Guvernørurin í amerikanska statinum New Mexico hevur víst aftur einum uppskoti um, at tað almenna skal veita tí tiltikna brotsmanninum Billy the Kid grið. Tey, sum lótu guvernørinum uppskotið, halda uppá, at Billy the Kid hevði fingið lyfti frá táverandi guvernørinum um grið. Men guvernørurin helt ikki orð, og ein dagin í 1881 bleiv Billy the Kid skotin.
Bill Richardson, sum fór frá sum guvernørur í New Mexico á midnátt í gjárkvøldið, sigur, at hann hevur kannað málið, men at hann helt tað ikki vera nóg væl prógvað, at Billy the Kid hevði fingið lyfti um grið.
Tað finnast fleiri bøkur og fleiri filmar um Billy the Kid, og Bill Richardson sigur, at hóast tað eru 129 ár, síðani tann tiltikni byrsumaðurin doyði, hevur hann framvegis stóran týdning fryri ferðavinnuna í New Mexico.