Billy the Kid kannast

Tann tiltikni Billy the Kid er aftur vorðin umrøðuevni í USA, eftir at guvernørurin í New Mexico hevur gjørt av at kanna, hvør maðurin veruliga var, og hvussu hann doyði.

Billy the Kid skjeyt tveir løgreglumenn, tá hann flýddi úr fongslinum í Lincoln County í New Mexico tann 28. apríl í 1881. Nú vil Bill Richardson, guvernørur, hava at vita, hvaðani Billy the Kid fekk skammbyrsuna, sum hann skjeyt teir báðar løgreglumenninar við. Sambært søguni kom sheriffurin Pat Garret fram á Billy the Kid tann 14. juli í 1881 og skjeyt hann. Bill Richardson, guvernørur, vil nú hava staðfest, um hetta veruliga var so.

Tað eru minni enn so øll, sum trúgva, at Pat Garret veruliga drap Billy the Kid. Summi halda, at tað var øvugt, og at tað eydnaðist Billy the Kid at sleppa til Onglands, og at hann doyði har sum gamal maður.