Bilur rendi í seyðafylgi

Ein bilførari rendi í morgun á eitt seyðafylgi og tríggir seyðir lógu eftir á.

Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Óhappið hendi í Oyndarfirði og varð fráboðað løgregluni klokkan 7.35.

- Hesin bilurin møtti einum øðrum bili, og bilførarin er helst vorðin blendaður. Og júst tá kom hetta fylgið út á vegin. Ein seyður doyði á staðnum, og tveir máttu avlívast, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Hálka var ikki orsøkin til óhappið, sum ikki førdi til nakran persónsskaða. Bilurin hinvegin fekk nakað av skaða.