Klokkan 16:12 í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av einum vegi inni í bygdini í Vestmanna. Fallið var eina 5-6 metrar niður av vegnum niður á ein stoyptan platt.
Vaktleiðarin sigur, at bilurin fór nokso fitt omaneftir av einum parkeringsøki oman í eitt stykki, har teir vóru í ferð við at stoypa eina grund. Bilurin fór runt og endaði á takinum.
Kvinnan, sum koyrdi bilin, varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men vaktleiðarin visti ikki at siga, hvussu støðan er hjá henni.
Vaktleiðarin sigur, at tað sá ógvusligt út, og umframt løgreglu var sløkkiliðið á staðnum og sjúkrabilur boðsendur.
Enn kennir løgreglan ikki orsøkina til óhappið, tað verður kannað, men okkurt bendir á, at talan er um ein menniskjansligan feil.
Vaktleiðarin sigur eisini, at nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, men har var sera friðarligt og einki mál hjá løgregluni.