Fýra fólk vóru í einum bili, sum um hálvgum eitt tíðina í nátt fór út av Oyggjarvegnum sunnan fyri Lambafelli. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eitt sokallað soloóhapp. Tey fýra fólkini í bilinum fingu øll viðgerð, men tað tyktiskt ikki, sum um talan var um stórar skaðar, sigur hann.
Bilurin gjørdist vrak, men bilførarin var edrúur. Løgreglan skal í dag gera nærri kanningar av óhappinum fyri at finna orsøkina.












