Forsetin í Taiwan, Lai Ching-te, sigur, at Taiwan ikki fer at stuðla spenningi ella elva til ósemjur.
Hetta stendur í einum uppslagi á sosiala miðlinum Facebook, skrivar tíðindastovan AFP í dag.
Boðini koma eftir at Kina mánamorgunin lokala tíð byrjaði eina stóra hernaðarvenjing kring Taivan. Týsmorgunin lokala tíð halda venjingarnar fram, har kinesiskar herdeildir skjóta rakettir tvørtur um Taiwansundið.
- Vit fara at virka ábyrgdarfult uttan at stuðla undir spenning ella útloysa konflikt, skrivar Lai Ching-te.
Taiwan er fyri fleiri sløgum av ágangi og ávirkanarherferðum, stendur víðari sambært tíðindastovuni Reuters.
Kinesiski kommunistiski flokkurin hevur økt hernaðarliga trýstið á Taiwan, og soleiðis skal eitt stórveldi ikki handla, skrivar forsetin.
Forsetin boðaði eisini frá, at tjóðartrygdarmyndugleikarnir í Taiwan arbeiða tætt saman við herinum í oynni fyri at fylgja við gongdini í hernaðarligu venjingunum og verja tjóðartrygdina.
Verjumálaráðið í Taiwan hevur eisini gjørt viðmerkingar til støðuna eftir fráboðanina hjá forsetanum.
Sambært Reuters fara vápnaðu herdeildirnar í oynni at svara róliga og avgjørt uppá hernaðarvenjingarnar sambært fráboðanini hjá forsetanum.
Sambært ráðnum er hetta í samsvari við fyriskipanina hjá Lai Ching-te forseta um at sleppa undan eskalering av støðuni og fyri at sleppa undan at elva til fleiri ósemjur.
Týsdagin lokala tíð byrjaði Kina tíggju tímar av skotvenjingum kring Taiwan og setti nýggj álopsskip og bumbuflogfør út.
Sambært Reuters er talan um størstu hernaðarligu venjingina - sokallaðir krígsleikir - í økinum nakrantíð, við tí endamáli at venja blokadu av oynni.
Verjumálaráðið í Taiwan hevur upplýst, at 130 kinesisk hernaðarflogfør og 22 flota- og sjóverjuskip hava virkað kring oynna í 24 tímar frá klokkan 06:00 mánamorgunin til klokkan 06:00 týsmorgunin lokala tíð.
Venjingarnar - kallaðar "Justice Mission 2025" - fara fram eftir at spenningurin í økinum er vaksin á fleiri støðum.
Hetta er millum annað hent, eftir at japanski forsætisráðharrin, Sanae Takaichi, ávaraði um, at valdsnýtslan móti Taiwan kann rættvísgera eitt hernaðarligt aftursvar frá Japan. Kina hevur kravt, at hon tekur hesa útsøgnina aftur.
/Ritzau/












