Bilurin fór á rull

Men eingin fólkaskaði var

Seinnapartin í gjár hendi eitt óhapp á Hvítanesvegnum, beint við miðoyggjarnar oman fyri gamla studentaskúlan í Hoydølum.

 

Løgreglan sigur, at talan er um ein bil, sum var farin á rull úr einum túni og út av. Hann endaði á gongubreytini við Hvítanesvegin, men kom ikki á vegin. Løgreglan sigur, at eingin var í bilinum, og eingin fólkaskaði var.

 

Løgreglan veit ikki, hví bilurin fór á rull, um bilførarin hevði gloymt hondbremsuna, ella hvat tað var. Men bilførarin hevur skyldu til at tryggja bilin, so tað kann enda við eini bót til hann.

 

##med2##