Bina Johannesen 80 ár

Í gjár, sunnudagin 30. juli, fylti Jacobina Johannesen í Dali 80 ár. Hon hevur mesta partin av lívinum búð í heimbygdini Dali.
Foreldrini hjá Binu vóru bæði úr Dali. Pápin var Jóhannes Ebek Johannesen úr Rennuni, og mamman var Julia Malena, Lena, úr Malthúsi. Tey búðu í Malthúsi, og tey fingu níggju børn. Eitt doyði sum lítil. Bina var yngst, og hon er tann einasta, sum er eftir á lívi. Hini vóru Anna Nolsøe í Dali, Victoria Ziska í Havn, Hans, sum var 16 ára gamal, tá ið hann datt oman í Dímun, Palma Djurhuus í Skálavík, Gerda Joensen í Klaksvík, Vittus í Dali, Elsebeth Johanna Lamhauge ella Ebban, sum búði í Florida og doyði fyri fáum mánaðum síðani, og so Bina.
Í 1945 fór Bina til Havnar. Hon tænti hjá Hans Andreasi Djurhuus í eitt hálvt ár, so var hon á hospitalinum og á TB, frá í 1951 og í fimm ár var hon hjá doktor Holm, og so var hon eitt skifti náttarvakt á Sanatorinum í Hoydølum.
Í 1960 fór Bina til Danmarkar at læra til sjúkrahjálpara. Eftir at hon var komin heim aftur, fór hon aftur til Dals. Har fór hon at hjálpa mammuni at ansa beiggjanum Vittusi, sum var vorðin púra avlamin. Bina ansaði beiggjanum, inntil hann doyði. Í Malthúsi stukku nógv inn á gólvið, og har var blíðskapurin altíð stórur.
Bina, sum framvegis er væl fyri og fylgir væl við, hevur altíð verið fegin um børnini, og hon hevur verið umgyrd av børnunum í familjuni.
Í frítíðini hevur Bina gingið nógv upp í kvæðini og føroyska dansin, og hon hevur eisini verið nógv upptikin av fenaðinum  gæsnum, dunnunum, hønunum og seyðinum.
Føðingardagin helt hon á Argjum ólavsøkudag. Har var hugnaligt, og Bina nýtti at vera saman við vinum og so mongum í familjuni.

-fj