Leygardagin 8. mai verður bindiklubbahugni á hotel Norð. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, sum hotellið fyri triðju ferð skipar fyri. Undirtøkan fyri hesum hevur verið góð, og bindiklubbar koma allastaðnis frá til hetta hugnakvøldið.
Men tað verður ikki bara hugnakvøld við mati og undirhaldi. Tiltakið byrjar longu klokkan 16, har ymsir handlar fara at sýna fram. Handlarnir eru La Femme, Trillan, Ka-Ki, Guðrun Elltør við tógvi úr Hetlandsull og egnum uppskriftum, Gull Britt Hansen við málningum og gomlum postalíni, ENJO og Sonja Design. Kafé verður samstundis, har møguleiki verður at keypa køkur og kaffi.
Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk fara at halda fyrilestur um heilsugóðan kost. Sagt verður av hotellinum, at hesin parturin av tiltakinum er ókeypis og fyri øll.
Seinni út á kvøldið, um hálvgum sjey tíðina verður galladøgurði við trimum rættum. Matarskráin er ikki heilt avgjørd enn, men væntandi verður hon aspargessuppa, lambskjøt og heimagjørdur ísur omaná.
Undir borðhaldinum verður felagssangur, sum Noel og Jóhannes skipa fyri. Eisini verður skemt og mótasýning.
Kostnaðurin fyri tiltakið er 300 krónur, og kunnu fólk tekna seg á hotellinum á telefon 451034 ella 217020. Hotellið letur eisini tilboð upp á gisting, har kostnaðurin er 300 krónur fyri hvønn í dupulkamari og 500 krónur á einkultkamari íroknað morgunmat.
Fara aftur í gongd
Hotel Norð er annars stongt vetrarhálvuna, og verður fyri tað mesta leigað út til ymisk tiltøk. Men tann 1. juni letur hotellið uppaftur fyri summarið, og tað fyrsta tiltakið, sum tá er á skránni, er borðhaldið fríggjakvøldið á norðoyastevnu, har nógv fólk plaga at njóta ein góðan døgurða við undirhaldi og sangi.
? Sum nú er sær summarhálvan bara heilt gott út við ferðafólkum, verður sagt av hotellinum.