Bindiklubbakvøld í Eydnuni

31. mars klokkan 19.30 skipar Sunda Róðrarfelag fyri bindiklubbakvøldi í Eydnuni á Oyrarbakka.

Millum tey luttakandi eru Lovisa Ellendersen, fysioterapeutur, sum fer at fortelja um hvat vit kunnu gera fyri at fyribyrgja bindimyosum, og um hvussu ryggurin er settur saman. Harafturat fer sniðgevin Katrina í Geil, at greiða frá um at sniðgeva bundnavørur. Adelborg Linklett fer at siga frá um at vera genta tá hon var ung, og mótasýning verður við Navia, Lissuni og Brá.

Køkur úr Oddvørsa køku og dessertdreymar vera á leskiliga køkuborðinum, umframt at skemt og felagssangur er á skránni.

Atgongurmerki kunnu keypast í Lissuni, Brá og Inn við Norðskála. Seinasta freist er fríggjadagin 27. mars kl 22.

Tað er ikki nøkur treyt at vera ein bindiklubbar. Einstaklingar eru eisini hjartaliga vælkomnir.