– Tað er so deiligt, at tað er so stórur áhugi at gerast limur og stuðla Býarsavninum.
Tað sigur Jan Christiansen, sum er stigtakari til Facebookbólkin »Býarsavnsvinir«
– Hugaligt at nýggir limar blíva við at koma í bólkin. Onkur hevur goldið 500 krónur, og annar, sum longu er limur, hevur goldið 50 krónur afturat. Fótbóltsfelagið B36 – sigast skal, Birgar er garrvillur B36'ari – hevur goldið 500 krónur. Eisini hava nakrar fyritøkur goldið limagjald, sigur Jan Christiansen.
Og nú so 32.940 krónur á kontuni í BankNordik.
– Ikki mann standa so illa til hjá Birgari, tí enn hevur hann ikki tikið eina krónu út. Men ein glasmontra kostar rættuliga nógv, og peningurin rennur ongan veg, sigur Jan Christiansen.
Tey sum vilja vita meira um Býarsavnsvinir og kanska tekna seg sum limir kunnu hyggja á hesa slóðina: www.facebook.com/groups/673194739499931/