Leygarkvøldið 20. oktober andaðist Birgir Danielsen. Í fleiri ár hevur hevur Birgir striðst við heldur vánaliga heilsu, uttan at tú hevur merkt nakað serligt á honum. Men seinastu vikurnar var heilsan rættiliga farin at bila. Hann hevur ligið álvarsliga sjúkur á Ríkissjúkrahúsinum í eina tíð, og vit hildu okkum hóma, hvønn veg tað bar.
Birgir varð føddur í Kvívík hin 5. juli 1928, og var sostatt 73 ára gamal, nú hann doyði. Hann var sonur kenda skiparan Christian Danielsen og konuna Honnu. Hóast hann flutti heimanífrá á ungum árum og kom at virka víða um í heiminum, varð hann alla sína tíð Kvívíkskingur. Hann var familju- og bygdakærur.
Birgir Danielsen gjørdist ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum. Hann byrjaði við at fáa sær dygga útbúgving. Sum ungur drongur kom hann til Havnar, tað var undir krígnum, at ganga á prelimininer- og studentaskúla. Síðani fór hann til Danmarkar, har hann tók prógv sum civilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Højskole í 1954. Hann starvaðist so fyrst í nøkur ár sum amanuensis á hesum lærustovni, fyri síðani at fara víðari innan vinnulívið úti í víðu verð. Frá 1957 til 1961 arbeiddi hann sum verkfrøðingur hjá KGH og frá 1961 til 1964 var hann í starvi sum stjóri hjá Findus A/S í Noregi. Í 1965 fór hann til Sveits, har hann var leiðari av menningardeildini hjá Nestlé Vevey til 1969.
Í 1969 leitaði nevndin í Føroya Fiskasølu eftir nýggjum stjóra til felagið aftaná Dánjal Niclasen, sum vegna aldur ynskti at leggja frá sær. Heitt varð tá á Birgir um at taka við hesum starvi, og játtaði hann. Frá 1. juli 1969 til 31. desember 1990 røkti hann hetta stjórastarv í eini fyritøku, sum var Føroya størsta og umsat útfluttningin av vørunum hjá flestu av landsins framleiðslufyritøkum. Fiskasølan átti eisini partar í øðrum stórum virkjum, og á hendan hátt kom hann eisini í næstan líka mong ár at hava stóra ávirkan á hesi feløg. Hann var meginpartin av hesum tíðarskeiði nevndarformaður í Havsbrún í Fuglafirði og líka til 1992 var hann nevndarformaður í Sjóvinnubankanum. Eisini var han nevndarlimur í Faroe Seafood Hirtshals og Grimsby.
Tað var óiva ein stór avgerð at taka, bæði fyri Birgir sjálvan og familjuna, tá hann flutti úr Sveits og kom heimaftur. Men hann sá skjótt at nógv arbeiði lá fyri hann í Føroyum og stórar vóru avbjóðingarnar. Hann legði eisini alla sína arbeiðsorku í at virka fyri tey feløg, sum hann kom at hava við at gera. Hann var bæði dugnaligur og nærlagdur, og hann var heilt greiður yvir, at arbeiði hansara hevði alstóran samfelagsligan týdning, tí fyritøkurnar taldu so nógv í samfelagnum. Birgir Danielsen kemur at standa sum ein stórur varði í føroyskari vinnulívssøgu seinastu tríati árini.
Arbeiðssemi hansara og áhugi fyri samfelagnum vísti seg eisini í, at aftaná at vera fráfarin sum Fiskasølustjóri tók hann uppá seg arbeiðsuppgávur í alivinnuni sum stjóri í P/F Navir, og harafturat stillaði hann upp til løgtingsvalið í 1990 og varð valdur inn á ting.
Fyrsta eg minnist Birgir var, tá hann kom til Havnar at ganga í skúla. Hann kom tá at búgva hjá mostur míni. Hann var nøkur ár eldri enn eg, so nakar veruligur kennskapur bleiv tað ikki til tá, men aftaná 1969 hava vit havt nógv við hvønn annan at gera. Sum grannskoðari kom eg at arbeiða nógv saman við honum bæði í Fiskasøluni, Sjóvinnubankanum og Havsbrún. Eg kom at kenna ein álitismann, ein mann, sum tað altíð bar til at tosa við, eisini at skifta orð, tá vit ikki vóru heilt samdir. Birgir setti seg inn í málini, hann vitsti, hvat hann hevði við at gera og royndi altíð at finna loysnir.
Eisini í politikki høvdu vit eitt gott samarbeiði. Onkuntíð vísti tað seg, at vit vóru ósamdir, men virðingin var alla tíðina til staðar og ongatíð stóðst ilt ímillum okkara. Stórstu royndirnar saman høvdu vit helst í 1992, tá vit sótu í Keypmannahavn og viðgjørdu Sjóvinnubankan. Tá brutu nakrir sjógvar bæði fíggjarliga og politiskt. Men Birgir stóð sum ein maður. Menniskjansligu eginleikarnar sær ein best í royndarstundum. Hjá mær er ein góður vinur farin.
Birgir var giftur við Binu úr Klaksvík. Hjúnalag teirra var langt og gott. Saknurin hjá henni verður stórur og tað sama hjá børnunum, Una og Gunn, og familjum teirra. Má Harrin styrkja tykkum í hesi tungu tíð.
Friður veri yvir minninum um Birgir Danielsen.
Jógvan Sundstein