Birgit og Svenning gullbrúdleyp

Fríggjadagin hátíðarhalda Birgit og Svenning av Lofit 50 brúðleypsdag teirra. Dag­urin verður hildin í Dansifrøi har eini 440 fólk hava teknað seg til at halda dagin saman við teimun
Eftir hondini er tað ikki tann føroyingurin sum hev­ur verið eina Ísraelsferð við Svenn­ing av Lofti.
Babba hevur havt ferða­lag til Ísrael í útvið 40 ár. Hetta byrjaði við Andrian Jo­hansen sála fyrst í 70'un­um. Síðani tók pápi okk­ara sjálvur táttin upp, sum ungur og óroyndur  á um­ráð­num. Sum tað er sagt so mangan, so hevur tað altíð fallið honum lætt at fáast við menniskju, so hendan uppgávan at skipa ferðalag til Ísrael hevur kanska ikki verið so stór fyri hann.
Tað er altíð tungt at stápla nakað upp á beinini, tað tekur tíð og kann vera sera strævið.
Babba fann skjótt góðar starvsfelagar í Ísrael, sum til dagin í dag hava verið við til at givið mongum før­oy­ingi tað stóra upplivilsi at uppliva heilaga landið. Hermon Tours sum tað byrj­aði við, er nú Loftiferðir. Hetta er nú eitt meiri fyri­skip­að fyri­tak­andi, har babba hevur fingið góð fólk afturat sær. Her eru Mai­gunn Otthamar og Marner bróður.
Eingin behøvist at óttast fyri at hesar ferðir detta niður­­fyri, tí m.a. hevur Marn­­er sera stóran áhuga í Ísrael, og hevur hann verið sera góð hjálp hjá babba á fleiri ferðum. Ein kann nokk siga at ferðleiðari eft­ir pápa okkara verður óivað Marner. Babba hevur verið yvir 100 ferðir í Ísrael, og mamma hev­ur verið við sum góð hjálp hjá honum fleiri ferðir.
Babba hevur verið virkin á nógvum økjum. Hann hev­­ur verið formaður í Sinnis­bata (felagið teirra sálar­­veiku)  í skúlaráðnum, Ísraels­fe­lag­num og øðrum við. Tað hevur altíð fallið honum lætt at fáast við menniskju og tí hevur nokk eisini verið lætt hjá honum at taka av slík­um áheitanum. Tað nýggj­asta er so eldraráðið í Tórs­havn­ar komm­unu, har hann er vald­ur inn.
Foreldur okkara hava ver­­ið sera virkin á sjálv­boð­­num arbeiði. Pápa okk­ara minnast vit frá trú­boðaravirksemi. Mamma okkara var heima hjá okk­um øll tey ár við vóru smáir. Tað var ikki fyrr enn mamma var um tey 50 árini, at vit minnast at hennara dagliga gongd gekk oman á vaskaríið á Hafnia til ar­beiðis.
Um barnagarðsaldur minn­­ist eg pápa arbeiða í Gamla Bókahandli og mammu sum tá arbeiddi um ”smyrju­breyðs­jomfrú” á Hafnia. Babba hevur nokk verið um tey 45, tá hann gavst í bókahandlinum og fór at virka fulla tíð sum trú­boð­ari. Mamma hevur tó kunna tillagað sítt arbeiði á Hotel Hafnia eftir teirru um­støð­um sum hava verið. Onkuntíð lang tíðarskeið á hotelinum, aðrar tíðir stytri.
Góðveðursdagar var ikki óvanligt at mamma og pápi tóku okkum við á Norðra­dals­­skarð, ella á Velba­stað­­háls. Mamma hevði smurt okkum ein góðan mat­pakka og fóru vit so út í frið­sælu náttúruna. Her fingu vit okkum ein góðan drekka­munn og okkurt ábit. Onk­un­­tíð settu vit telt upp og spældu ymiskt spøl. Her høvdu vit sum familja eina fan­­tast­iska samveru. Hesar løt­ur/dagar plagar babba oftani at spyrja aftur til – og ja sjálv­fylgj­andi minn­ast vit aft­ur á hesar ógloymandi dagar.
Sjúkrahúsvitjanir. Mamma og babba hava vitjað nógv menniskju, sum hava verið innløgd fyri eitt­hvørt. Tey hava sungið, biðið og hildið eina andakt fyri teim­um. Hava tey frætt um fólk ið eru innløgd, eru tey farin á vitjan fyri at gleða tey og geva teim­um eitt gott orð. Hesi menn­iskju eru bæði inn­an teirra trúarrørslu og onnur við. Tey hava aldrin hildið seg aftur viðvíkjandi andaligari sannføring. Tey hava altíð vilja fortalt um gleðiboðskapin, og at jesus doyði fyri teirra/okkara synd­­ir.
Um tað hava verið eldri og veik menniskju sum hava havt brúk fyri einari upp­­byggj­andi løtu, hava tey bjóða hesum heim til okk­um á Sól­­teigi. Tað kann vera frá inn­i­vist til ein døgurða ella nátturða­bita. Tey eru glað at fáa vitjan, og  hava tey  tað best við at kunna gleða onnur.
Tað hevur ikki verið óvan­ligt at babba og mamma bjóða ferðafólkum á gátt í heimi teirra. Tað er meiri enn so hent seg, at babba er komin í prát við útlendingar ein ill­veður­sdag í býnum, har hann hevur bjóðað hes­um heim til ein heitan drekka­munn. Har hava tey givið teimum eitt gott orð, sungið saman o.a
Ja, alt hetta lýsir for­eld­ur okkara so sera væl. Tey hava eitt stórt hjarta fyri, hvussu onnur hava tað. Á hendan hátt hava tey eisini nomið sær kennskap við nógv ymiskt fólk runt heimin, har tey enn halda samskiftið viðlíka.
Ein kundi óivað nevnt nógv onnur ting afturat, men  hettar verður so tað á hesum sinni.
Vit ynskja tykkum ein fantastiskan dag.
Hendan heilsan er frá børnum, barnabørnum og verdóttrum.

------
Petur, Marner, Unn, Rebekka, Barbara, Dan, Mathilda