Biskupur heilsar Vesturkirkjuni á fimmti ára degnum

Heilsan – Vesturkirkjan 50 ár

 

 

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, bar heilsan fram undir gudstænastuni í dag, í samband við at Vesturkirkjan er 50 ár:

 

Góða kirkjulið! Hjartaliga til lukku við kirkjuni!

 

Nú Vesturkirkjan rundar hálva øld heilsar biskupur embætisins vegna kirkjuliðinum. Ein heilsan er ikki ein prædika. Ei heldur er hon ein tala. Ein heilsan er í hesum føri nøkur væl meint orð, ið verða borin fram í virðiligari tøkk fyri alt tað góða, sum er.

 

Biskupur hevur kagað í brøvini hjá ápostlinum Paulusi til tess at finna ein frymil, ið sigur frá, hvussu ein heilsan kann verða borin fram. Í kirkjuligum høpi er Nýggja Testamenti okkum ein vegvísari til lærdóms, atburð og framførslu.

 

Tað seinasta ørindið í Filippibrævinum ljóðar soleiðis: “Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara.”

 

Tað seinasta ørindið í Galatabrævinum ljóðar soleiðis: “Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara, brøður.”

 

##med2##

 

Heilsanirnar hava tvær áhugaverdar orðingar, ið eru Lykilin til trivnaðin í einum kirkjuliði og andaligu vælveru hins einstaka. Hugtøkini eru náði Jesu Krists og andi tykkara, andi hins einstaka og andin í kirkjuliðinum. Náðin og andin eru tey berandi orðini saman við Jesusi Kristi.

 

Guðs náði í Jesusi Kristi er aðalkjarnin í tí evangeliska boðskapinum. Evangeliið um Guðs sáttargerð í Kristi og fyrigeving syndanna er vónrík boðan, ið elur fram gleði í hjartanum og skapar ein heim av vælveru.

 

Náðin gevur og skapar eina stóra gleði, ja er nakað jaligt, ið óvæntað viðurferst menniskjum. Upprunaliga liggur í orðinum, at talan er um ein yvirskipaðan myndugleika, ið er væl sinnaður ímóti fólkinum. Náðin verður givin og sýnd teimum, ið minst av øllum roknaðu við umbæri og viðurkenning.

 

Upprunaliga liggur í orðinum, at ein samfelagsligur myndugleiki, t.d. keisarin, letur náði ganga fyri rætt og fyrigevur syndir og misbrot teirra, ið hann hevur myndugleika yvir.

 

Í bíbilsku skriftunum verður orðið náði aloftast brúkt í sambandi við boðan av Guðs fyrigevandi kærleika. Menniskjan verður møtt við fyrigeving og frítikin fyri dómi og revsing.

 

Náðin er tað objektiva í evangeliskari boðan. Náðin liggur í Guði sjálvum og verður boðin menniskjum sum ein møguleiki, ið menniskjan kann taka ímóti ella vísa frá sær.

 

Í hesum sambandi er áhugavert at dvølja við danan Søren Kierkegaard og heimspeki hansara. Kierkegaard tosar um tað objektiva í kristnu trúnni, ið er Jesus Kristus og tann evangeliska læran. Hetta er ein veruleiki, ið liggur uttanfyri tað einstaka menniskjað og verður boðaður øllum fólkasløgum til lív og frelsu.

 

Talan er um nakað objektivt og týdningarmikið. Ikki einans hesum objektiva er heimspekingurin upptikin av. Tað altumráðandi er, at tað objektiva nemur tað einstaka menniskjað, so menniskju fyrihalda seg til tann evangeliska veruleikan og koma til trúgv á Jesus sum Harra og frelsara.  

 

Kierkegaard nýtir orðingar sum at taka ímóti tí evangeliska boðskapinum og fáa lut í tí, ið Jesus Kristus er sum Guðs sonur, t.e. frelsari heimsins. At vit taka ímóti Jesusi og frelsu hansara í trúgv, bøn og lovsangi. At vit taka ímóti og ognast ta Guðs gávu, ið okkum er givin í Jesusi Kristi.

 

##med3##

 

Tess vegna sigur ápostulin: Náði várs Harra Jesu Krist veri við anda tykkara. Andin er innan í menniskjum. Andin er sjálvt lívið og tað at vera livandi. Náði Guðs skal vera við anda okkara og gera okkum før fyri veruliga at liva. Andin skapar lív, og andlát tekur lívið.

 

Andans uppgáva er at skapa lív, so vit trívast. Fyri trivnaðin er alneyðugt, at tað objektiva, ið Guðs náði eigur at geva, livnar og livir innan í okkum. At vit taka ímóti Guðs náði, liva í henni og bera náði Guðs til tey, ið koma á lívsleið okkara.

 

Sum prædikumaður plagi eg at siga, at andin er altavgerandi. Andin í mínum lívi ávirkar tey, ið eg møti ella umgangist. Ein góður andi er smittandi og vælgerandi.

 

Tá ið eg velji at heilsa kirkjuliðnum í Vesturkirkjuni við heilsan ápostlanna er tað av eini serligari orsøk. Nú er støðið lagt fyri tí, ið eg hjartans fegin ynski at siga.

 

Í Vesturkirkjuni ræður ein góður andi. Vit, ið koma á vitjan av og á ella dagliga, verða møtt av blídligum tænastufólkum, sum í nærlagni leggja sálina í tænastuna. Náði Guðs er við anda teirra, ið gera tænastu í kirkjuni.

 

Á føðingardegnum hjá Vesturkirkjuni ber biskupur fram eina tøkk og heilsar einum sera vælvirkandi kirkjuráði. Vit heilsa dugnaligum kirkjutænarum og trúføstum tænastufólkum, kvinnum og monnum. Vit heilsa teimum, ið av og á og javnan vitja Guðs hús og halgidómin.

 

Eg vil siga tað ógvuliga einfalt og bygdasligt: Vesturkirkjan er eitt frálíkt kirkjulið allan vegin runt og aftur og fram. Takk fyri tað!

 

Havi goymt umrøðuna av prestatænastuni til seinast. Sera dugnaligir prestar tæna kirkjuliðinum og prestagjaldinum.

 

Talan er um tríggjar sóknarprestar og sjúkrahúsprestin. Tilsamans fevna prestarnir í teirra ymiskleika breiddina, dýpdina og allan sólarringin í føroysku fólkakirkjuni. Avbera dugnaligir og nærlagdir í tænastu Guðs, kirkjunnar og fólksins.

 

Ynski kirkjufólkinum og okkum øllum hjartaliga til lukku við kirkjuni. Náði Harrans Jesu Krists veri við anda okkara! Amen.

 

 

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur