Jóan Símun skoraði í heimasigri hjá KA

KA er bert ein verri málmun frá at røkka ovara endaspælinum

Í kvøld skoraði Jóan Símun Edmundsson triðja málið fyri KA Akureyri hetta kappingarárið.

 

KA átti í kvøld heimadyst móti Fram á KA vøllinum á Akureyri. 

 

KA vann dystin 2-0 við málum, ið vóru skotin innanfyri tríggjar minuttir. Í 33. minutti meddaði Birgir Baldvinsson bóltin í netið til 1-0, og lítla løtu seinni økti Jóan Símun til 2-0. Morgunblaðið heldur, at talan var ikki um tað besta skotið hjá Jóan Símun, men inn fór bólturin.

 

KA er nummar 7 í deildini við 26 stigum. Teir hava sama stigatal sum nummar fimm og seks, FH og Vestri sum hava betri málmun. 

 

Komandi sunnukvøld klokkan 18 tekur Stjarnan móti KA í Garðabær. 

 

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík spælir týskvøldið klokkan 19 dyst á heimavølli móti nýkosnu steypavinnarunum, Vestri av Ísafirði.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Valur19114447:281937
2Víkingur Reykjavík19105434:241035
3Breiðablik1995534:29532
4Stjarnan1994636:31531
5FH2075837:32526
6Vestri1982920:19126
7KA2075823:35-1226
8Fram2074928:28025
9ÍBV2074921:27-625
10KR1965840:41-123
11Afturelding1956824:30-621
12Akranes19511320:40-2016