Bitland og altjóða vinnumøguleikar

TÍÐINDASKRIV

Nú Bitland veruliga er komið í gongd, er stundin komin til handa at kunna um teir altjóða vinnumøguleikar, ið koma í kjalarvørrinum á Bitland. Bitland hevur sín egna búskap uttan stert og Bitland verkætlanir noyðast at tillaga seg broyttar altjóða arbeiðstilgongdir.
Bitland skipar saman við Menningarstovuni fyri BitTingi, har kunna verður um altjóða vinnumøgu-leikar og tær verkætlanir sum Bitland arbeiðir við.
Bakgrund
Bitland varð stovnað sum smápartafelag 29. januar 2004. Seinastu fýra mánaðirnar hava nevnd og stjórn gjørt virkisætlan fyri Bitland og eru farin at tryggja Bitlandi inntøkur, so at felagnum verður lív lagað. Nógv prosjekt eru í umbúnað, og Bitland er longu virkið í fleiri.

Endamál
Endamálið við hesum BitTingi er at kunna um virksemið hjá Bitlandi og at vísa á broytingar, ið fara fram úti í heimi, og sum geva føroyskum fyritøkum vinnumøguleikar í sambandi við kunningartøkni.

Innihald
Á BitTinginum fer Tróndur Djurhuus, formaður í Bitlandi, at tosa um Bitland sum ein búskap við høvdi, men uttan stert. Ólavur Gregersen, stjóri í Bitlandi, fer at greiða frá um virkisætlanina hjá Bitlandi og um verkætlanir, sum Bitland arbeiðir við ella sum eru í umbúna.
Henrik Hansen, sum er menningarstjóri hjá Canon og nevndarlimur í Bitlandi, fer at halda fyrilestur um vinnumøguleikar hjá føroyskum fyritøkum í sambandi við altjóða broytingar í arbeiðstilgongdum. Hann sigur m.a., at um KT verður brúkt rætt, so er Australia ein partur av føroyska heimamarknaðinum?
Eftir BitTingið bjóðar Bitland til LoftTing, har ið høvið verður at fáa eitt prát, ein bita og okkurt afturvið.

Málbólkur
Málbólkurin eru stovnar, virkir og privatfólk, sum hava áhuga í Bitlandi.

Tíð og stað
BitTingið verður hósdagin 10. juni 2004 frá kl. 15.00 til 17.00 á Hotel Føroyum. Meira kann lesast um BitStovuna á
www.bitland.fo ella við at ringja til samskiparan Steinbjørn í Dali á Menningarstovuni tlf. 353117. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 300,- uttan mvg. BitClub og BitForum limir fáa 50% avsláttur. Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 9. juni 2004.