Altjóða Bókadagur er leygardagin 22. apríl. Bókadagurin verður hildin til minnis um tann navnframa spanska rithøvundan Miguel de Cervantes, sum doyði tann 23. apríl í 1616. Cervantes skrivaði jú skaldsøguna Don Qixote, ið verður mett at verða fyrsta modernaða skaldsøgan, og hetta hevur verið hátíðarhildið í mong ár. Ein annar uppaftur eldri siður í Spania at geva eina rósu á Santa Jørundsdegi, tvs. 23. apríl. Jørundur var sum kunnugt hann, ið drap drekan og bjargaði prinsessuni. Rósan varð latin einum, sum tú elskar ella hevur virðing fyri. Nú er so runnið saman á hesum merkisdegi. Nú er vorðið siður at geva einum, tú elskar ella hávirðir eina bók ella eina rósu ella bæði tvey.
Bókin, sum bókhandlarnir hava avrátt at geva kundum sínum í ár, er barnasøgan "Spell at sólin kom upp", sum Martin Næs skrivaði, og Olivur við Neyst teknaði. Søgan er bygd á søgnina hjá Hammershaimb um Risan og Kellingina. Føroya Skúlabókagrunnur gav bókina út fyrstu ferð í 1990. Hon hevur verið útseld í mong ár, men nú er prentað eitt avmarkað upplag av bókini aftur. Bókadagurin verður hildin leygardagin tann 22. apríl í Rit & Rák, H.N.Jacobsens Bókhandli, Alfa Bókhandli og Bókabúðini í Runavík.