Løgmanssetur
Skal løgmaður flyta til Sandavágs at búgva?
Tað verður ein spurningur, sum landsstýrið og løgmaður nú sleppa at taka støðu til.
Sandavágur er gamalt løgmanssetur í Føroyum og nú tosað verður um at gera eitt framtíðar løgmanssetur á gamla Hoyvíksgarðinum, skjýtur Sandavágs Kommuna til heldur at gera eitt nýtt løgmanssæti á søguligar í grund í Sandavági.
Sandavágs Kommuna hevur tískil alment boðað frá, at kemur ein áheitan um at gera eitt løgmanssetur í Sandavági, stendur bygdin klár at bjóða løgmanni vælkomnum aftur á søguliga grund.
Tí vónar kommunan, at Løgmaður, landsstýrið og løgtingið taka væl ímóti tilboðnum um at gera eitt framtíðar løgmanssetur í Sandavági.
Búði í Sandavági í 261 ár
Í tilboðnum til landsstýrið, vísir Sandavágs Kommuna á, at fyrr í tíðini búði Føroya Løgmaður á Steig í Sandavági.
Ì 261 ár, frá 1555 til 1826, hýsti garðurin á Steig ikki færri enn 17 løgmonnum. Garðurin varð uttan iva valdur til løgmanssetur tí at hann var ein tann størsti í landinum, sigur Sandavágs Kommuna.
Seinasti løgmaður á Steig í Sandavági, var Jørgen Frants Hammersheimb, ið var løgmaður tá ið løgmansembætið varð avtikið 1816. Hammersheimb var kortini búgvandi á Steig til hann doyði í 1820.
Kommunan sigur, at sum heild munnu løgmenninir hava verið hampiliga væl lýddir í Sandavági.
Vælkomin at flyta aftur
Sandavágsfólk hava ikki slept hugsanini um at ein framtíðar føroyskur løgmansgarður aftur fer at vera í Sandavági.
Í Sandavági eru vit klár at taka ímóti, tá ið áheitan um at hýsa honum, kemur, sigur Kommunan.
Kommunan sigur, at sjálvandi verður eitt nýtt løgmanssetur í Sandavági ikki í gamla garðinum á Steig.
Men kommunan vísir á, at í Sandavági eru ríkir møguleikar fyri at byggja ein nútímans móttøkudepil til at taka ímóti og hýsa almennum gestum hjá Føroya Løgmanni.
Sandavágur hevur søguna at vísa á og Sandavágur hevur øki at vísa á, sigur kommunan.
Og hon heldur eisini, at Sandavágur liggur heilt væl fyri í allar mátar, tí tað er eitt korter at koyra út á flogvøllin og ein hálvur tími at koyra til tingstaðin í Havn.
- Sandavágur stendur klárur at bjóða Føroya Løgmanni vælkomnum aftur á søguliga grund og vóna, at tikið verður positivt ímóti hesum tilboði, sigur Sandavágs Kommuna.