Bygdaráðsval
Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba, hevur ikki fingið nóg mikið av kommunalpolitikk enn.
Hann sigur, at hann ætlar at stilla uppaftur, nú kommunuval verður í november.
Levi Niclasen sat eitt skifti í bygdaráðnum í sjeytiárunum sum varamaður, men í 1992 varð hann beinleiðis valdur. Og hann kom beint í eldin, tí hann gjørdust borgarstjóri beinanvegin.
Eftir valið í 1996 gjørdust Jens Norðberg borgarstjóri, men hann sat bara nakrar mánaðir, so doyði hann brádliga og tá gjørdust Levi Niclsen aftur borgmeistari. Og tað hevur hann verið síðani.
Sostatt hevur hann verið borgarstjóri í 11 ár tilsamans.
Tey seinastu valini hevur Levi Niclasen verið burturúr fyrst valdi bygdaráðslimur í Hvalba.