Óli Jacobsen
-----
Mamma Bjørghild var Anna Serina Malena Sofia Sivertsen (1875-1956) ættað úr Nólsoy. Hon giftist við Johannes Frederik Poulsen (1877-1958) í Havn. Hann var eitt slag av vatnmeistara í Havn í sínum arbeiði fyri Nyholm Debes. Í hesum sambandi hevði hann smiðju í Tinganesi.
Tey bæði fingu 10 børn.
Tað fimta í røðini var Bjørghild f. 1906. Hon gjørdist sjúk av tuberklum í skúlaaldri. Bjørghild var konfirmerað 3. oktober 1920, men sæst ikki á felagsmyndini frá konfirmatiónini. Hon kann hava verið konfirmerað á Sanatoriinum í Hoydølum.
Bjørghild doyði í 1925, ikki fylt 19 ár.
Systkini hjá Bjørghild vóru:
Andrea 1901-1985. Hon fór 20 ára gomul til Danmarkar, har hon giftist við dananum Christoffer Jørgensen. Eftir krígslok fluttu tey til Føroya, og í 1947 gerast tey vertir á tí gamla Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Hetta starv høvdu tey inntil 1970, tá ið tey fluttu aftur til Danmarkar. Teirra synir Ejler og Børge giftust í Føroyum.
Hans Sofus (1902-1978). Hans vaks upp undir Varða. Seinni fluttu tey út á Reyn at búgva. Eftir loknan barnaskúla fór Hans til skips og sigldi millum annað við Knørri, Elisabeth, Mýlingi, Tre Søskende, Haraldur, Tjaldrinum, Havhesti, Høgoy og Koralhav.
Hans fór á skiparaskúla hjá Jens Paula í Dali, har hann fekk prógv 22.2. 1927.
Um vetrarnar hevði Hans fyrifallandi arbeiði, eitt nú vegagerð, og var hann eisini við at byggja oljutangarnar á Viðanesi.
Tey árini Hans ikki var til skips, leigaði hann deksbátar, m.a. Lítlu Emmu og Slangan. Hann keypti hvalatvøst við Áir og suðuri í Lopra og sigldi millum oyggjarnar at selja. Hans fekst eisini nógv við útróður.
Undir krígnum sigli hann millum annað fyri bretska hervaldið millum oyggjarnar við hermonnum og útgerð.
Eitt skifti undir krígnum og nakað eftir tað hevði Hans saman við Jens Reinert revagarð úti í Víka. Í 1951 fór Hans at føra oljubátin Esso Søldarfjørð, og sigldi hann við honum millum oyggjarnar til 1963.
Tá Hans var giftur búðu tey til leigu í Bøgøtu, beint yvirav bakarínum hjá Andreas í Horni. Í 1950 keyptu tey hús úti í Hornabø og yvirtaka matvøruhandilin Kovan eftir Petur Háberg. Tey handla til 1969.
Hans giftist í 1927 við Elsebeth Susanne Fuglø av Viðareiði. Hon var systir Esmar Fuglø. Tey fingu børnini Bjørghild, Sonju og tvíburarnar Hákun og Eyðfinn. Hans andaðist 9. mai 1978, 75 ára gamal.
Bjørghild var uppkallað eftir fastrini. Hon giftist við systkinabarninum Ejler Jørgensen. Bæði Ejler og Bjørghild doyði í uppá seg góðum árum. Dóttir teirra Randi doyði í bestu árum í 2004, og bert fá ár seinni, í 2010, doyði maður hennara Olaf, bert 63 ára gamal. Hann er millum tey starvsfólk, sum hevur starvast eina longst í føroysku fakfelagsrørsluni og dugnað henni. ”Tøkkina” hann fekk fyri hetta er minnilig og kemur at gerast ein partur av føroyskari fakfelagssøgu.
Ein ommusonur Bjørghild er Tróndur Sigurdsson, yngsti býráðslimur í Havn.
Johannes Juul (1903-1975) giftist við Jonu Joensen (1909-1968) av Hvítanesi.
Juul, sum hann varð kallaður, var ungur til skips m.a. við Knørri. Um 1929/50 gjørdist hann arbeiðsmaður hjá Tórshavnar kommunu, seinnu árini sum hjálparmaður hjá gravaranum Pola í Mattalág.
Hann gjørdist virkin í Havnar Arbeiðsmannafelag, og var hann í fleiri ár fyristøðumaður hjá kolasøluni og klædnahandlinum, sum Havnar Arbeiðsmannafelag stovnaði í 1940.
Hjartvar 1905-1979 fór ungur út at sigla. Tað hoyrdist einki frá honum í mong ár, og hildið var, at hann var deyður. Men eftir kríggið frættist kortini frá honum. Hann var blivin giftur við Mary. Hon var blivin illa sjúk, og spurt varð, um børnini kundu koma til Føroya, tí roknað varð ikki við, at mamman kom fyri seg aftur.
Børnini Marianne og John Robert ”Bobby” komu til Føroyar í 1949 og búðu hjá familju í Havn. Mamman kom kortini fyri seg aftur, og børnini fóru aftur til New York. Umframt hesi bæði áttu tey Audrey. Hjartvar er grivin í New York.
Leif 1908-1983 fór í blikksmiðjulæru hjá Nyholm Debes, har hann arbeiddi nøkur ár. Undir krígnum fór hann at arbeiða hjá Vilhelm Nielsen, har hann var, til hann gavst fyri aldur. Hann var ógiftur.
Astrid (1909-1933) doyði av tuberklum bara 23 ára gomul. Er kanska jarðað saman við systrini.
Ásmund (1910-1983) byrjaði sum sjálvstøðugur byggimeistari í 1939, og tað standa nógvir bygningar eftir hann.
Hann bygdi eisini fyrsta hondbóltsvøllin í Havn uttan at skot var latið av.
Aftaná kríggið fór Osmund at stoypa sementsteinar í eini av bretsku barakkunum. Hann keypti eina maskinu, sum kundi stoypa 12 steinar í senn. Hetta var einasta maskina av sínum slagi í landinum. Osmund bygdi fleiri kaminur og garðar úr hesum steinum.
Osmund giftist við Johannu Julionnu Petersen í Vági
Anna f. 1913 giftist við dananum Henning Andersen, og tey búði niðri.
Asbjørn 1915-1988, giftist við Johannu Jacobsen úr Víkarbyrgi. Hann var rørleggari og búði á Ternuryggi.
Hann var eisini reiðari á trolaranum Havborgin, sum havnarmenn áttu aftaná kríggið. Millum eigararnar var Havnar Arbeiðsmannafelag. Tað gekk ikki væl. Havborgin gjørdist í fólkaspei til Havnasorgin. Men hetta var ikki øðrvísi enn við so nógvum øðrum trolarum.
Teir flestu av hesum persónslýsingum eru frá Birgar Johannessen
Hálvsystkin
Umframt hesi systkin átti Bjørghild tvey hálvsystkin, nevniliga Sólrun fødd í 1920 og Hildegun, sum var átta ár yngri. Mamma teirra var Hanna Olsen úr Søldarfirði.
Sólrun arbeiddi í mong ár í handlinum hjá Demmusi og giftist í 1955 við Niels Juel Háberg, kendur sum prentari. Hann var millum annað við til at prenta fyrstu føroysku bíbliuna í 1949. Hetta var eitt slíkt stórverk, at sjálvt í dag verður ein slík bók ikki prentað í Føroyum.
Tey fingu eina dóttir, Linu, sum knappliga doyði í 1981, einans 23 ára gomul í sama aldri, sum fastirin Astrid. Sólrun doyði í summar, so har er eingin ætt eftir teimum.
Hildegun giftist í Danmark, og hon doyði eisini í summar beint áðrenn Sólrun.
--------
Komandi partur:
Í komandi partur um tríggjar vikur verður greitt frá Johannes Christian Dam og hansara ætt.