Renning: Fyri tveimum vikum síðani setti Bjørk Herup Olsen við tíðini 9.59,91min nýtt føroyskt met á 3000m-teininum í kapping í Pennsylvania í Amerika, har hon nú býr. Hon gjørdist tá somuleiðis fyrsta føroyska kvinnan, ið rann hendan teinin upp á undir tíggju minuttir.
Nú hevur Bjørk Herup Olsen aftur sett nýtt met. Hesaferð á 5000m-teininum, tá ið hon um vikuskiftið í kapping í Ohio rann teinin við tíðini 17 minuttir og 12,75 sekund og harvið kutaði góð 28 sekund av gamla metinum, sum hon sjálv setti á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar.
Næsta kapping hjá Bjørk verður í statinum Alabama um tvær vikur.