Kendi svenski sangarin og sangskrivarin, Bjørn Afzelius, doyði týsnáttina. Hann gjørdist 52 ára gamal og hevði í longri tíð verið sjúkur við lungnakrabba
Bjørn Afzelius hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, bæði við egnum bólki og saman við Mikael Wiehe, ið hann samstarvaði nógv við.
Eftir lokið studentsprógv í 1968 fór Bjørn lesa í Lund. Hann hevði ætlanir um at gerast journalistur ella lærari.
Hann kom í samband við Mikael Wiehe og stovnaðu teir Hoola Bandoola Band. Bólkurin gav fyrstu plátuna út í 1971 og gavst í 1976.
Bólkurin gjørdist væl umtóktur og eisini kendur fyri í solidariteti at lata peningaupphæddir til áhugabólkar kring allan heim. Hetta gjørdi Bjørn Afzelius eisini sjálvur seinni. Hann var politiskt staddur á vinstravonginum og var sera virkin.
Sum einstaklingur gekk tónleikaliga væl hjá Afzelius og varð hann heiðraður í Danmrk og í Noreg. Hann hevur verið mettur millum fremstu orð- og tónasmiðir í Norðurlondum.
Hann royndi seg eisini sum rithøvund í 1993 við bókini "En gång i Havana", ið ikki fekk góð ummæli.
Familjan hevði nógv at siga fyri Bjørn Afzelius og eftir hann eru døturnar Rebecca, 20 ár og Isabella, 18 ár.
Bjørn Afzelius er væl umtóktur í Føroyum eisini og t.d. Jóannes Jacobsen og Frændur hava nýtt hansara tónleik. T.d. hevur Steintór Rasmussen (Frændur) hegnisliga latið sangin "Tú ert tað fagrasta eg veit" í føroyskan búna og eisini sangin, ið Bjørn skrivaði um dóttrina "Isabell".