Foreldrini hjá Bjørn vóru Sólmay og Stefan Kalsø. Sólmay, fødd í 1928, var ættað úr Søldarfirði. Foreldrini hjá henni vóru Constance fødd Isaksen og Georg Lund Olsen. Hann var søldfirðingur. Hon var fødd á Viðareiði dóttur Margrethu og Jacob Hendrik Isaksen. Jacob Hendrik misti konuna í 1920. Í 1924 giftist hann uppaftur við Súsonnu Olsen, og árið eftir flutti hann til Søldarfirðar at búgva. Tá var Constance fimtan ára gomul.
Georg fórst við Immanuel í 1932. Constance lærdi síðani til ljósmóður. Hon giftist Óla Joensen, sum var bóndi á Dunganum á Syðradali. Í seinni giftuni var einki barn. Óli datt oman á fjalli í Húsalíð í 1947.
Sólmay giftist í 1950 við Stefan Kalsø av Húsum, sum festi á Dunganum á Syðradali. Pápi Stefan, Dánial í Køkinum, var ættaður av Heyggi á Húsum. Kona hansara, Christianna, var ættað av Dunganum á Syðradali ella úr sama staði, sum sonur hennara seinni fekk festi við konu síni. Henda Christianna var eisini útbúgvin ljóðsmaður. Tað vil altso siga, at báðar ommurnar hjá Bjørn vóru ljósmøður.
Sólmay giftist í 1950 við Stefan Kalsø av Húsum, sum festi á Syðradali. Sólmay og Stefan fingu fýra børn: Gloria (1952), Óli (1954), Dánial (1962) og Bjørn (1966). Gloria býr í Havnini, og dreingirnir búgva allir í Klaksvík.
Bjørn misti mammuna í 1973, tá ið hann var seks ára gamalur, og pápin doyði í november 1982.
Bjørn er skilamaður. Hann hevur altíð havt góðan hug at fáast við seyð, og hann var ikki meiri enn stórur smádrongur, tá ið hann hevði so gott innlit í viðurskifti og umstøður í bø og haga, at tað varð lurtað væl eftir honum. Frá tí at hann var 16 ára gamalur, hevur Bjørn røkt festi á Dunganum.
Bjørn gekk frá 4. flokki í fólkaskúla í Klaksvík. Hann tók studentsprógv í Hoydølum í 1986, og so lærdi hann til húsasmið hjá Josephsen monnunum í Klaksvík. Eitt skifti arbeiddi hann á Kalsoynni, og so smíðani hann saman við Kristiani Jacobsen og Eli Hansen í Klaksvík.
Í 1999 leyk Bjørn læraraprógv á Føroya Læraraskúla, og síðani hevur hann verið avhildin lærari í skúlanum við Ósánna.
Bjørn giftist í 1990 við Hennibeth fødd Olsen og ættað úr Klaksvík. Foreldrini hjá henni eru Maria og Sørmund Olsen. Tað er henda Maria, sum hoyrist í Útvarpinum, har hon roynir at fáa roykjarar at taka seg saman at leggja av. Hennibeth verður 40 á summarmála, og hon hevur í mong ár arbeitt á skrivstovuni hjá Føroya Bjór.
Hennibeth og Bjørn búgva niðan Horn ella í nýggju búsetingini omanfyri gamla býlingin á Uppsølum. Tey eiga tríggjar dreingir. Steffan (1987), Sørmundur (1992) og Símun (2003).
Í frítíðini fekst Bjørn sum aðrir unglingar í Klaksvík nógv við ítrótt. Hann spældi hondbólt um vetrarnar og fótbólt um sumrarnar, tá ið hann eisini royndi seg í kappróðri. Flogbólturin var tann ítróttin, sum Bjørn gjørdi mest við. Hann var í fleiri ár á góða liðnum hjá Mjølni.
Rættuliga nógv hevur Bjørn verið og er hann á Syðradali, har hann er millum teirra, sum royna at halda 190 ára gomlu bygdini uppi. Á nýggjárinum í 1997 gjørdist Bjørn limur í bygdarráðnum í Húsa kommunu, sum fevnir um Húsar og Syðradal. Hann gjørdist beinanvegin bygdarráðsformaður, og tað var hann inntil tað 24. februar í 2004 vóru boð eftir honum at gerast landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Bjørn er ikki gamalur í landspolitikki. Hann var á listanum hjá Sambandsflokkinum í Norðoya valdømi á løgtingsvalinum 20. januar 2004. Har fekk hann flestar atkvøður, og tað var eftir áheitan frá norðoyingum, at Sambandsflokkurin gjørdi av, at maðurin, sum sambandsfólk í Norðoyggjum vóna skal vinna valdøminum sambandsumboðan á næsta løgtingsvali, gjørdist landsstýrismaður.
Føðingardagin er Bjørn burturstaddur. J