Landsstýrismaðurin í samferðslumálum er nú vendur aftur til almennan leist, sum líkist nógv honum, eg sum landsstýriskvinna á vári 2008 legði fyri CHE-samgonguna.
Í fjør fekk P/F Skálafjarðatunnilin lógarfestan einkarætt at byggja og reka Skálafjarðatunnilin. Tann, sum ómakar sær at lesa álitið í tingmáli 161/2009 (samtykt í mai 2010) sær skjótt, at tað var ógvuliga ivasamt, hvørt privata felagið fór at megna at gjøgnumføra uppgávuna. Sum áður víst á, varð hesin tunnil privatiseraður við bindi fyri eyguni. Eingin útbjóðing varð gjørd, eingin styrkismeting av privata partafelagnum, eingin vissa fyri at fígging var tøk, og ongin visti, hvørjir eigararnir, sum fingu einkarættin, fóru at vera. Tí longu undir nevndarviðgerðini gjørdist greitt, at annar av eigarunum, EIK-grunnurin, neyvan fór at seta eina einastu krónu í verkætlanina, og tí máttu nýggir eigarar inn. Hóast allar óvissurnar, valdi landsstýrið kortini at nýta minst tríggjar milliónir til ráðgeving at fyrireika sáttmálan við privata felagið.
Greitt hevur hinvegin alla tíðina verið, at eitt alment tunnilspartafelag kundi fáa munandi bíligari fígging, og at tunnilsverkætlanin lá bæði tryggari og betri í almennum hondum.
Almenni leisturin
At byggja tunlar er stóríløga. Skálafjarðatunnilin kostar um milliardina. Men, við árligum inntøkum væl omanfyri 100 milliónir, er inntøkugrundarlagið so gott, at hetta er ein forsvarlig íløga, sum hevur øll útlit at bera seg væl. Okkara ætlan var at knýta Sandoyartunnilin og Skálafjarðatunnilin saman til eina verkætlan. Íroknað brúkaragjøld, kundi hendan risastóra útbygging av infrakervinum verið gjøgnumførd við at landið nýtti í mesta lagið 500 milliónir krónur til samans yvir 10 ár. Ella minni, um meira varð lagt yvir á brúkaragjøld.
Tað hevði verið sonn vinn-vinn-støða. Tí tey, sum skulu nýta Skálafjarðatunnilin, høvdu ikki goldið eina krónu meira, enn eftir privatu ætlanini. Landið hevði ikki latið frá sær ræðisrættin yvir einum so sentralum parti av okkara samferðslukervi, og tað kundi tá væl verjast, at gjørdur varð undirsjóvartunnil til øki, har fast vegasamband longu er. Júst tí at eitt yvirskot varð nýtt til útbygging av samferðslukervinum til gangs fyri allar Føroyar. Og privata felagið hevði sloppið burturúr ætlanini við skinninum á nøsini.
Hetta var og er eftir míni bestu sannføring framvegis besta boðið uppá, hvussu Sandoyartunnilin nakrantíð kann gerast veruleiki.
Eitt tunnilsfelag
Landsstýrismaðurin leggur nú uppskot fram um at lata inntøkurnar frá Vága- og Norðoyartunlunum vera við til at fíggja tunlarnar. Tað er greitt, at eitt felag við fleiri inntøkugevandi tunlum er munandi sterkari, og tí varð hesin møguleiki eisini viðgjørdur í 2008. Men, sjálvandi er tað ikki rættvíst at leingja gjaldstíðina og lata – í flestu førum norðoyingar og vágafólk – einsumøll gjalda hinar undirsjóvartunlarnar. Tí varð mítt tilmæli til CHE-samgonguna at vit funnu eina samhaldsfasta skipan, har øll eru við til at gjalda tann partin av Sandoyartunlinum, sum ikki kundi fíggjast av brúkaragjøldum (Skálafjarðatunnilin er 100% sjálvsfíggjandi).
Her eru fleiri møguleikar, sum víst á í løgtingsmáli 187/2010 frá Tjóðveldi í vár, um at seta faknevnd at gera eitt uppskot til fígging av framhaldandi útbygging og viðlíkahaldi av samferðslukervinum. Landsstýrismaðurin skjýtur upp at hækka afturberingina til tey, sum fáa ferðaendurgjald. Men, tað finnast fleiri aðrir møguleikar. Eitt nú at gera felagsgjaldsskipan fyri tunlar og fergur. Ella at marka ávísan part av skrásetingar- , vekt- og umhvørvisgjøldum til útbyggingar, soleiðis, at ein rímilig javnvág verður ímillum, at brúkarin betalur fyri at nýta ávísan partis av samferðslukervinum, og so felagsfígging, har vit øll eru við til at gjalda.
Bjørt Samuelsen