Tosa amerikanarar um stórar forsetar, nevna teir ofta George Washington, ið var fyrsti forsetin í USA, Franklin D. Roosevelt, sum stýrdi USA gjøgnum stóru búskaparkreppuna í 1930'unum, og so Abraham Lincoln, ið var forseti frá 1861 til 1865. Mong meta Lincoln sum tann mætasta forsetan av øllum, tí tann avbjóðing, hann hevði í síni forsetatíð, kundi ikki samanberast við avbjóðingarnar hjá nøkrum øðrum forseta. USA syndraðist í 1861 í tvey samveldisríkir, United States of America og Confederate States of America, og leingi var líkt til, at sundurbýtingin fór at gerast varandi.
Miðdepil í stríðnum millum norður og suður vóru mongu trælirnir í suðurstatunum, ið upprunaliga vóru komnir úr Afrika. Suðurstatirnir hildu seg hava fullan rætt til at hava trælir, og retorikkurin um teir var so rasistiskur, at í dag høvdu fólk gapað av undran um so niðrandi útsagnir. Sonevndir hugsjónarmenn søgdu, at svørt fólk vóru undirmenniskju, og at hetta kundi ávísast lívfrøðiliga. Suðurstatsfólk ivaðust heldur ikki í, at trælirnir ætlaðu at gera uppreistur, loypa á viðkvæmar hvítar kvinnur og taka breyðið úr munninum á hvíta fólkinum.
Í 1860 vóru fýra milliónir afroamerikanarar í suðurstatunum, og 3,8 milliónir vóru trælir. Tey hvítu vóru átta milliónir í tali. Í norðurstatunum búðu 18 milliónir fólk, harav bara 250.000 vóru afroamerikanarar. Spurningurin um trælahald hevði leingi verið eitt stríðsmál í landinum. George Washington hevði trælir sum so mong, men segði longu í 1770'unum, at trælahaldið skuldi verið avtikið. Hann segði hetta bara ikki so hart, tí hann vildi ikki syndra tjóðina, sum í 1776 hevði tikið loysing frá Onglandi. Í 1820'unum tók trælahaldið so rættiliga dik á seg. Afroamerikanarar vórðu hildnir at vera sorgleys børn, sum ikki kundu ráða sær sjálvum, og tí dugdu teir ikki annað enn at vera trælir, hildu mong.
Loysa frá USA
Abraham Lincoln, ið varð føddur í eini træsmáttu í 1809 í Kentucky, var ímóti trælahaldi. Undir einum valdysti í 1858 høvdu suðurstatsfólk ført fram, at trælirnir í roynd og veru vildu vera trælir, so teir kundu hava arbeiði og fáa ein góðan aldurdóm hjá teimum hvítu. Lincoln svaraði tá turrisliga, at hann hevði ongantíð hoyrt um ein træl, ið var vorðin trælur av fríum vilja fyri at fáa fyrimunir av ófrælsi. Munur var á, hvussu trælirnir vórðu viðfarnir. Summir vórðu viðfarnir sámiliga. Men nógvir vórðu pískaðir, búðu í vánaligum smáttum og fingu ringan mat og gjørdust tí ofta sjúkir.
Á sumri í 1860 útnevndu republikanararnir á floksfundi í Chicago Abraham Lincoln sum teirra forsetavalevni. Hann varð valdur sum semjuloysn millum tveir aðrar. Í suðurstatunum vistu fólk lítið og onki um sjálvlærda sakføraran úr Kentucky. Hetta gav mótstøðumonnum hansara høvi til at uppfinna alskyns ósannar ræðusøgur um, hvat hann veruliga ætlaði, um hann gjørdist forseti. Lincoln fór at sleppa øllum trælum leysum í stundini, varð sagt. Hetta vildu suðurstatirnir ikki, og tá Lincoln hevði vunnið forsetavalið, gjørdu fleiri statir har suðuri ikki mætari enn at taka loysing frá USA.
Teir fyrstu statirnir, ið loystu, vóru South Carolina, Mississippi, Alabama, Georgia, Florida, Lousiana og Texas. Teir stovnaðu í februar 1861 samveldið Confederate States of America, CSA. Síðan komu eisini Arkansas, North Carolina, Tennessee og Virginia uppí. Nýggja samveldið fekk sær egnan forseta, Jefferson Davis, og fór eisini undir at skipa sær egnan her. Hvørki sunnanfyri ella norðanfyri ímyndaði nakar sær kortini, at kríggj skuldi bresta á, og suðurstatirnir vóru fullvísir í, at norðurstatirnir fyrsta dagin fóru at viðurkenna sjálvstøðuna hjá CSA.
Men teir fóru skeivir, og teir undirmettu fullkomiliga viljastyrkina hjá Abraham Lincoln, ið var vanur at stríðast hart fyri síni søk. Norðurstatirnir hildu í fyrstani, at suðurstatirnir bara lótu sum um, at teir loystu, so teir kundu sleppa at hava sínar trælir í friði. Teir høvdu fyrr hótt við at fara úr USA. Men ein mánað eftir, at Lincoln hevði tikið við forsetasessinum, í apríl 1861, fóru suðurstatsmenn at skjóta eftir Fort Sumter hjá samveldisherinum, og Lincoln kunngjørdi, at uppreistur var í landinum. Hann sendi boð eftir 75.000 monnum at basa ófriðinum, og fleiri bardagar brustu á.
Røðan í Gettysburg
Erling Bjøl skrivar í bókini »USA's historie,« at tað var lagnunnar speisemi, at teir bestu herovastirnir í krígnum bardust við suðurstatunum fyri eini skitnari sak, meðan Abraham Lincoln, ið vildi avtaka trælahaldið og savna USA, mátti finna seg í, at flestu herovastarnir hjá norðurstatunum vóru fullkomiliga ódugnaligir. Hvørja ferð teir ikki loystu sína uppgávu á nøktandi hátt, sendi Lincoln teir til hús, og ikki fyrr enn hann gav Ulysses S. Grant ábyrgdina av herinum hjá norðurstatunum í 1864, kom skil í. Í fleiri bardøgum stríddist hann við besta herovastan hjá suðurstatunum, Robert E. Lee, sum hann at enda vann á.
Ein tann kendasti bardagin í amerikanska borgarakrígnum var bardagin við Gettysburg á sumri í 1863, har norðurstatirnir vunnu. Hesin bardagin verður ofta mettur at vera bardagin, ið vendi krígnum til fyrimunar fyri norðurstatirnar. Tilsamans 46.000 mans fullu í bardaganum. Líkini í bláum og gráum uniformum flutu um allar geilar. Fýra mánaðir seinni varð kirkjugarður vígdur í Gettysburg, har Abraham Lincoln helt røðu. Í røðuni setti hann orð á, hvat USA var, og hvat borgarakríggið snúði seg um. Hann nevndi millum annað teir, sum grundløgdu USA, og hvør ætlan teirra hevði verið:
»Á hesum meginlandinum skaptu okkara forfedrar eina nýggja tjóð, fødd í frælsi og bygd á ta sannføring, at øll fólk eru fødd eins. Nú eru vit drigin inn í eitt borgarakríggj, sum er royndin, ið skal vísa, um hendan tjóðin og um nøkur tjóð bygd á hesa sannføring kann yvirliva leingi. Latið okkum frá teimum falnu fáa ein styrktan vilja, so vit hátíðarliga gera av, at teir skulu ikki vera falnir til fánýtis, men at hendan tjóð við Guðs vilja skal endurføðast, og at ein stjórn av fólkinum, við fólkinum og fyri fólkið skal ikki hvørva av hesi fold,« segði Lincoln í røðuni, sum bara var 272 orð til longdar og vardi í tveir minuttir.
Við hesum fáu, men væl valdu orðum var hann farin í søguna sum ein tjóðarinnar faðir, kanska ikki størri enn George Washington, Thomas Jefferson og Benjamin Franklin, men heldur ikki minni, og tann 4. mars í 1865 varð hann svorin í eið sum forseti á øðrum sinni. Veturin 1864 og 1865 var herurin hjá CSA mestsum í upploysn, og tann 9. apríl í 1865 gav Robert E. Lee seg yvir, tá hann og Ulysses S. Grant hittust í rættarbygninginum í Appomatox. Bara 8.000 mans hevði Lee eftir tá. Grant var stórsinnaður og tók ikki so frægt sum vápnini frá yvirmonnunum hjá Lee, og menn hansara fingu hestarnar við sær.
Brádliga skotin
Abraham Lincoln hevði við hesum vunnið tann fullkomna sigurin, men lagnan var hørð við hann, tí bara fimm dagar eftir, at suðurstatirnir høvdu givið seg yvir, mátti hann bøta við lívinum fyri sigurin. Í Ford sjónleikarahúsinum í Washington 14. apríl var lívverji hansara óansin og ikki staddur við forsetans lið, tá ein av sjónleikarunum, John Wilkes Booth, trein inn á balkongina, har Lincoln og kona hansara sótu. Booth peiggjaði við skotvápninum eftir nakkanum á Lincoln og skeyt. Forsetin sakk saman. Síðan leyp Booth av balkongini niður á pallin og segði: »Soleiðis gongst tyrannum!« So hvarv hann.
John Wilkes Booth og tveir aðrir, sum hann hevði fyrireikað drápið saman við, vórðu seinni funnir. Booth varð skotin, og hinir báðir vórðu hongdir. Ætlan teirra hevði verið at myrða bæði forsetan, uttanríkisráðharran og varaforsetan, so landið skuldi enda í eini stjórnarkreppu, tí grundlógin tók ikki hædd fyri, at øll tann ovasta leiðslan gjørdist óvirkin í senn. Tann ætlanin miseydnaðist. Uttanríkisráðharrin varð stungin við knívi, men yvirlivdi, og varaforsetin, Andrew Johnson, varð ongantíð álopin, tí hann, ið skuldi loypa á, drakk seg fullan. Andrew Johnson tók við forsetaembætinum 15. apríl í 1865, tá Lincoln doyði av sínum løstum.
Amerikanarar vóru fullkomiliga skelkaðir av morðinum, tí ongantíð áður var eitt politiskt morð framt í USA. Uttanríkisráðharrin í stjórnini hjá Lincoln hevði stutt frammanundan sagt á stjórnarfundi, at morð var ikki partur av politisku siðvenjuni í USA, og nakað sovorðið mátti heldur ongantíð gerast vanligt í politiska lívinum. Nú sóu fleiri hundraðtúsund amerikanarar kistuna við forsetanum verða koyrda eftir Pennsylvania Avenue í Washington við svørtum hermonnum fremst í fylginum og haðani við sertoki gjøgnum fleiri statir og býir til Illinois. Kríggið var vunnið, men forsetin var fallin.
Kanska tann størsti
Á ongan hátt stóð skrivað í sól og mána, at drongurin, sum varð føddur í træsmáttuni í Kentucky í 1809, skuldi gerast forseti. Foreldrini vóru fátøk, og Lincoln hevði stríðst og strevast fyri at gerast sakførari. Hann royndi seg eisini sum handilsmann, men við lítlari eydnu. Persónligu eginleikarnar hevði hann tó góðar og mangar. Hann var viljasterkur og úthaldin, sjálvt í ringasta mótburði. Heiðurligur var hann sum fáur. Meðan onnur flýddu undan skuld, arbeiddi hann fyri at rinda sína aftur. Hann bar ikki agg, hevði beinraknan humor og dugdi at røða sum fáur. Haraftrat las hann nógv, m.a. Shakespeare, og fekk á tann hátt gott tamarhald á enska málinum.
Spurnartekn er ongantíð í 150 ár sett við týdningin, Abraham Lincoln hevði fyri USA. Beinanvegin eftir morðið gjørdist hann eitt stórmenni í amerikanskari støðu. Hann fekk æruna av at hava savnað USA og loyst milliónir av kúgaðum menniskjum úr leinkjum. Søgufrøðingar og stjórnmálafrøðingar útnevndu hann í 2004 at vera besta forsetan av øllum í USA, meðan løgfrøðingar góvu honum annað plássið eftir George Washington. Hann hevur heiðurspláss á óteljandi støðum, m.a. í Lincoln Memorial í Washington. Føðingardagur hansara, 12. februar, er eisini frídagur í 10 amerikonskum statum.