Bjargaðu 223 flóttafólkum

Hóast veðrið var vánaligt, so eydnaðist Helga Strøm og manningini á Eleonora Mærsk at bjarga 223 sýriskum flóttafólkum um vikuskiftið

Helgi Strøm úr Trongisvági, sum er skipari á skipinum “Eleonora Mærsk”, var um vikuskiftið saman við manningini við til at bjarga 223 sýriskum flóttafólkum í Miðjarðarhavinum.

Talan var um hálvtannaðhundrað menn, 36 kvinnur og 37 børn, og tað yngsta barnið var bara fimm mánaðir gamalt. Veðrið var vánaligt, einar 20 til 25 metrar um sekundið.

Hetta er fjórðu ferð síðstu tveir mánaðirnar, at eitt Mærsk Line-skip er uppi í bjarging av flóttafólkum frá bátum, og tilsamans eru hesar fýra ferðirnar bjargað yvir 700 flóttafólk.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Helga Strøm í fullari longd. Ljóðdygdin á brotinum er tó tíverri ikki tann allarbesta.