Bjargingarfeløg flagga á hálvari stong

Ein franskur bjargingarbátur hjá sjálvbodnum bjargingarfelagsskapi holvdist í gjár, og tríggir av manningini sjólótust.

 

Í gjár, fríggjadagin 7. juni, sjólótust trý bjargingarfólk hjá franska sjálvbodna bjargingarfelagskapinum Société Nationale de Sauvetage en Mer (SNSM).

- Ein manning á sjey persónar fór út við bjargingarbátinum hjá felagsskapinum at leita eftir einum fiskibáti. Ódnin Miguel herjaði við vesturstrond Fraklands fríggjadagin.

Jens Hansen skrivar á Facebook-síðuni hjá Rescue Lív, at bjargingarbáturin, sum fór fiskimonnunum til hjálpar, holvdist, og bert fýra av manningini vunnu upp land á lívi.

Fríggjakvøldið var fiskibáturin ikki funnin.

##med2##

- Rescue LÍV og Tanum vilja við Merkinum á hálvari stong vísa samkenslu við okkara bróðurfelagskapi og familjunum hjá teimum, ið sjólótust, skrivar Jens Hansen.

Jakup av Skarði hjá Nólsoyar Bjargingarfelag hevur eisini lagt myndina ovast til høgru út á Facebook-síðuna hjá Rescue Lív í dag.