Kappingarárið í ár hevur higartil verið eitt hitt lakasta hjá Royn yirhøvur, og í øllum førum síðani teir í 1996 aftur fluttu upp í næstbestu deildina.
Serliga var byrjanin út av lagi vánalig, og síðani hevur luturin hjá teimum ofta verið tann, sum fellur einum botnliðið. Dystir, sum kanska áttu at kastað okkurt av sær, eru altíð koppaðir skeivan veg, soleiðis at tað hevur verið sera trupult at sleppa úr óndu ringrásini.
Leygardagin var so HB á vitjan, og endiliga bragdaði hjá hvalbingum. Eitt var, at teir koppaðu gestunum, men saman við tapinum hjá KÍ viðførdi hetta eisini, at Royn kundi lyfta seg av sessinum, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær.
Vindurin merkti spælið
Nakaða av vindi var eftir grasinum í Hvalba, og í fyrra hálvleiki vóru tað teir á heimaliðnum, sum hendan við sær.
Sum vera man, so merkti hetta eisini, at spælið varð trýst nakað oman móti HB málinum, og fleiri møguleikar spurdust eisini burturúr.
Fyrsta málið kom eftir, at fríspark varð skotið málinum úr stórari fjarstøððu. Málverjin megnaði ikki at halda bóltinum, og so var Gisli Sveinbjørnsson fyrstur at fylgja upp. Gestirnir hildu , at málverjin møguliga átti at hildið skotinum, men sum skilst, so bøtti hann í fleiri førum um skaðan, við at fremja fleiri góðar bjargingar, tá heimaliðið hevði góðar møguleikar.
Eftir tjúgu minuttum hevði hann tó ongan møguleika, tá Allan Michelsen varð leiktur púra leysur, soleiðis at hann kundi økja upp í 2-0.
Seinna hálvleik var tað so HB, sum felkk vindin við sær, og nú løgdu teir á heimaliðnum størstan dent á verjupartin.
HB royndi at trýsta, og eftir góðum tíggju minuttum eydnaðist teimum at skora, eftir at Gunnar Mohr fyrst hevði roynt seg, og Eyðun Samuelsen síðani fekk fatur á returinum.
Gestirnir royndu framhaldandi at trýsta hvalbingar í botn, men hóast teir eisini eftir málið fingu nakrar møguleikar, so eydnaðist teimum ikki at bjarga øðrum stiginum. Hinvegin áttu hvalbingar eisini nakrar møguleikar við mótálopum, men tá alt kom til alt, broytti hetta einki um støðuna.
Komandi vikuskifti skal Royn á vitjan hjá leirvíkingum, sum tykjast at vera fullkomuliga uppsteðgaðir, og ein sigur her kann veruliga bøta um støðuna á stigatalvuni.
HB fær tá vitjan av oddaliðnum úr EB/Streymi, og fáa teir ikki stig úr hesum dysti, ella tá teir vikuna eftir skulu royna seg móti TB, aknn vær verða, at botnurin á stigatalvuni aftur fer at nærkast.
Royn-HB 2-1 (2-0)
1-0: Gisli Sveinbjørnsson
2-0: Allan Michelsen
2-1: Eyðun Samuelsenrt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.
Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.
Undirhaldandi
Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.
Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.
Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.
Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.
Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.
HB-NSÍ 2-5 (1-2)
1-0: Pætur Dahl 5.
1-1: Dánjal Hansen 30.
1-2: Sjúrður Jacobsen 44.
2-2: Bárður Mortansson 51.
2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.
2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.
2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
NSÍ:
Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen