- So upprann dagurin, tá laðingin av kirkjugarðinum, sum upprunaliga skuldi laðast, gjørdist liðug. Nú er eftir at fáa til vega portur, laða ein stubba aftrat, snøgga og hampa um og gera nakrar gøtur inni í garðinum.
Soleiðis skrivar borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, á sínari Facebook-síðu í vikuni. Hann vísir á, at hetta er eitt óført laðingararbeiði, sum Bjarki Henriksen hevur gjørt.
Ein, sum viðmerkir orðini hjá borgarstjóranum í Sands kommunu, er kendi skúvoyingurin, Tummas Frank Joensen, og hann heldur fyri, at við laðingararbeiðnum "stendur ein varði eftir Bjarka Henriksen. Hjartaliga tillukku!"
Tær tríggjar laðaðu síðurnar í nýggja kirkjugarðinum eru tilsamans umleið 125 metrar langar. Undir øllum garðinum er stoypt fundament við jarni í, soleiðis at garðurin stendur á tryggari grund.
Nýggi kirkjugarðurin er umleið 70 sentimetrar breiður í fótinum og umleið 50 sentimetrar breiður omaná. Hæddin á garðinum liggur millum 1,30 og 1,50 metrar - alt eftir annars slætta lendinum, sum garðurin er laðaður eftir.
Alt grótið til nýggja kirkjugarðin er fingið til vega og valt út úr goymsluni hjá Sands kommunu úti við havnalagið, og hetta í sær sjálvum hevur verið eitt stórt og tungt arbeiði.
Aftrat hesum kemur so stóra laðingararbeiðið, sum er gjørt við handamegi, og her er eitt ótal av steinum - stórir og smáir - lyftir og lagdir upp á pláss í kirkjugarðinum, sum er laðaður slættur bæði á ytru og innaru síðu.