?Álvur Danielsen
??????
Sum so mangur annar sum betalir 3.500 kr. árliga til Kringvarpið bleiv man avbrotin og slapp ikki at forklára seg lidnan í "kjak"sendingini, ið nevnist "62 Norður". So má eg skriva meg lidnan ístaðin.
Bjarni Djurholm hevði ikki tørv á at goyma seg aftan fyri flosklar sum "persónlig sak". Eg ringdi sjálvur inn og eksponeraði mína sak yvirfyri Bileftirlitinum/Akstovuni soleiðis, at lurtarar sum eru í mínari støðu ella líknandi støðu kunnu fáa gagn av mínum stríði fyri rættartrygd og rættvísi. Nógvir batar og rættingar eru annars gjørdar á Akstovuni aftaná, at undirritaði hevur víst á skeivleikar viðv. teorispurningum, tekningum til teorispurningar, feildisponering av tíð (ov lítil tíð til royndina), útmeiggjað hefti, eitt torskilt grótføroyskt fróðskaparmál sum einki hevur við gerandismál at gera, væntandi kunning til lesiveik fólk o.s.fr. Embætisfólk hjá Vinnumálaráðnum og Løgtingsins Umboðsmaður hava givið mær viðhald í feilunum, feildisponeringunum og manglandi mannagongdunum á Akstovuni. Mín innsatsur hevur ført til, at nógvar mannagongdir eru strammaðar upp á Akstovuni, og tað eri eg eisini sera fegin um. Men enn væntar kardinalpunktið hjá mær. Hóast serliga viðhaldið viðv. skeivum teorispurningum var eg ikki nullstillaður, og slapp eg ikki upp til eina nýggja teoriroynd. Nei nú má eg av við 1 1/2 mánaðarløn fyri at fáa koyrikortið aftur. Og tað havi eg sum familjupápi heilt einfalt ikki ráð til. Eg havi tosað við Bjarna Djurholm í telefonini samanlagt tvær ferðir ( ! ), konfronterað hann við øllum skeivleikunum á Akstovuni, og øllum viðhaldunum eg havi fingið í mínari sak.
Eg bað hann vinarliga persónliga hyggja sakina ígjøgnum ! Bjarni hevur eisini fingið alt tað skrivliga tilfarið. Kortini vil Bjarni ikki skera ígjøgnum, sum hægsti myndugleiki hjá Akstovuni, og geva mær eina nýggja teoriroynd, sum kompensasjón fyri feilir og væntandi mannagongdir. Hann hevur snøgt einki gjørt í mínum máli. Hann kann gott siga í lisensvarpinum: "At hann kennir sakina hjá Álvi", men í praksis vil hann ikki kennast við sakina. Kanska vaskaði Bjarni hendir við orðunum : “Tað var harmuligt at tað ikki gekk betur”, ..hvør skal siga?
Hevði satt at siga væntað meiri av fólksins valda manni. Við øðrum orðum eru hvørki Bjarni ella Akstovan eyðmjúk um teir grovu feilirnar , sum verða gjørdir mótvegis borgaranum – í hesum føri Álvi. Borgarin (les:Álvur) má bera kostnaðin fult út, tað er so avleiðingin av hesum. Sera jánkasligt! Hendan møguleikan at nullstillað royndina nevndi annars Løgtingsins Umboðsmaður í einum skrivi sum eina loysn á hesum máli. Er orsøkin til væntandi áhugan hjá Bjarna í hesum málið einans tann, at Vinnumálaráðið umsitir Akstovuna til dagligt og sostætt eisini er kærumyndugleikin?
Er tað har, hundurin er grivin, tá átti Akstovan heldur, at verið loyst frá politiska valdinum og verið privatiserað. Tá var skott ímillum! Alt gott um klippikortsskipanina. Men hví skal man bíða eftir, at hon er avprøvað í Danmark? Noreg, Ísland og nógv onnur lond hava roynt klippikortsskipanina langt áðrenn danskarar? Men sjálvandi, man er ikki riddari av teimum londunum! Eitt tað týdningarmesta viðv. ferðslumálum er moralska signalvirðið. Sum er nú, er lítið signalvirði at heinta!