Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur seg ikki hava nakran møguleika at ganga ynskinum frá Postfelagnum á møti, um at steðga uppsagnunum innan Postverkið.
? Vit í vinnumálastýrinum hava gjørt, tað við kunnu. Í september í fjør fyrilá ein loysn fyri Postverkið, men hon bleiv politiskt forpurrað. Og um eingin politiskur vilji er at dagføra Postverkið, gerst einki, sigur Bjarni Djurholm.
Politiskir gíslar
Postfelagið sendi týsdagin landsstýrismanninum við ábyrgdini fyri Postverkinum opið bræv, har tey siga seg kenna seg sum gíslar í einum politiskum spæli, sum er við at avmakta stovnin.
Í brævinum heitir Postfelagið staðiliga á landsstýrismannin um at steðga uppsagnunum, sum Postverksstjórin hevur boðað frá. Felagið heldur, at tað er lítið heiðurligt at fara soleiðis við starvsfólkum, sum hvønn dag gera sítt besta.
Postfelagið vísir eisini í brævinum á, at um ætlanin er at varðveita Postverkið sum tænastustovn, so hevur Postfelagið fleiri ferðir víst á loysnir, sum tillaga starvsfólkatørvin í samsvar við nútímansgerð av stovninum.
? Vit standa við okkara avtalur og eru framhaldandi sinnað at koma við loysnum, sum kunnu skapa eitt Postverk, sum gagnar øllum landsins borgarum, sigur nevndin í Postfelag Føroya í brævinum.
Hulduspæl
Men Bjarni Djurholm heldur seg ikki hava møguleika at finna nakra loysn nú.
? Ávísir politikarar sýnast at hava tað sum endamál, at Postverkið skal vera ein hálvdeyður almennur stovnur, sum er langt aftan fyri nútíðina. Er eingin politiskur vilji fyri at fáa Postverkið dagført, so gerst einki, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at hann í september í fjør var við at fáa eina loysn í lag fyri Postverkið. Vinnumálastýrið hevði sett ein heilan fulltrúa av at arbeiða við at finna eina loysn fyri, hvussu Postverkið kundi dagførast. Og eftir góðar samráðingar við Postfelagið sá út til, at tað fór at bera til at dagføra stovnin.
? Vit komu til eina loysn, ið var sera góð fyri limirnar í Postfelagnum, sigur Bjarni Djurholm og greiðir frá loysnini, sum var í fýra punktum.
Fyrsta punktið var, at allir limir í Postfelagnum skuldu fáa pensjón, tá teir fyltu 60. Hendan skipanin skuldi vera galdandi í fimm ár.
Annað punktið var, at allir limir í Postfelagnum skuldu hava møguleikan at nema sær eftirútbúgving lutvíst við løn. Hendan skipanin skuldi vera galdandi í trý ár.
Triðja punktið var, at Vinnumálastýrið skuldi gera sítt til, at tey, ið blivu spard burtur, í størstan mun møguligt skuldu fáa annað alment starv.
Og at enda var fjóðra punktið, at øll starvsfólk innan Postverkið skuldu fáa eitt dagført førleikaprógv, sum Mentamálastýrið skuldi skriva út.
? Vit vóru til reiðar at brúka 10 milliónir yvir trý ár til starvsfólkini innan Postverkið umframt 45 milliónir til at dagføra Postverkið tekniskt. Men brádliga varð semjan forpurrað av politiskum hulduspæli, og limirnir í Postfelagnum komu við 17 nýggjum krøvum, sum vit ikki kundu ganga á møti, og tí datt alt á gólvið.
? Síðani hetta, havi eg havt eitt uppskot klárt, um at dagføra Postverkið. Men tað kom aldri longur enn til fyrstu viðgerðar í tinginum, av tí at tað bleiv forpurrað í vinnunevndini, greiðir Bjarni Djurholm frá.
? Um politiskur vilji ikki er fyri at fáa eitt væl virkandi Postverk, so gerst einki, staðfestir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.