Trolbáturin Dragasund, sum er fyrrverandi Birtingur, verður helst seldur í hesi vikuni. Tað er Ólavur Petersen í Sørvági, sum eigur bátin, og hann váttar, at sølan helst verður avgreidd og undirskrivað í hesi vikuni.
Ólavur Petersen hevur áður átt trolbátin Gáshólm, sum hann seldi Rodmundi Nielsen. Rodmundur gav trolbátinum navnið Gorm eftir pápa sínum. Gorm er seldur av landinum og er soleiðis ikki í føroyska fiskiskipaflotanum longur.
Eigarin av Dragasundi vil ikki siga, hvør keyparin av trolbátinum er, men in.fo skilir frá góðum keldum, at keyparin er Bjarni Kass, sum frammanundan eigur trolbátin, Fiskaklett.
Fiskaklettur er av sama slagi sum trolbátarnir, Skálafossur og Hansa Maria. Teir seinnu nevndu eru longdir á Skála Skipasmiðju, men Fiskaklettur varð bygdur í "rættari" longd beinanvegin - um vit so kunnu siga.
Tað var í 2002, at Fríðborg og Norðleivur sum nýbygningar - og sama dag - stevndu inn á vánna í Leirvík. Teir komu úr Íslandi. Tað var Ósey hf. á Hafnarfjørðinum, sum leveraði skipini, men skrokkarnir vórðu smíðaðir í Pólandi.
Í dag kallast Fríðborg Birtingur, og Norðleivur kallast Dragasund. Um Dragasund fer at skifta navn, nú eigaraskifti verður í vikuni, fer tíðin at vísa.