Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar spældu fyrr í dag dyst á útivølli í bestu kasakisku fótbóltsdeildini móti Tobol.
Jóannes kom á vøllin beint aftaná steðgin, og tá var støðan javnleikur 0-0.
Heimaliðið skoraði tvey mál innanfyri tríggjar minuttir áðrenn eitt korter var farið av seinna hálvleiki, og FC Kyzylzhar megnaði ikki at svara aftur, og tapti harvið 0-2.
FC Kyzylzhar er nummar 10 í deildini við 15 stigum fyri 13 dystir. Teir hava seks stig niður til niðurflytingarstrikuna, og teir hava níggju stig upp til triðja plássið, ið gevur rætt til Conference League dystir komandi kappingarár.
Komandi mikudag klokkan 15 hevur FC Kyzylzhar dyst á útivølli móti næstfremsta liðnum í deildini, Kairat Almaty.











