Undan dagsins dysti á útivølli móti Lahti høvdu Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki ikki vunnið ein dyst í bestu finsku fótbóltsdeildini síðani 10. apríl, tá teir á heimavølli vunnu 3-0 á IFK Mariehamn.
Í kvøld eydnaðist tað loksins SJK Seinäjoki at vinna aftur.
Kasper Paananen fekk SJK á sigurskós longu í øðrum minutti. Lahti javnaði í 25. minutti, og í 54. minutti løgdu teir seg á odda 2-1. Olatoundji Tessilimi javnaði til 2-2 í 79. minutti, og best sum fólk høvdu væntað javnleik 2-2, so skoraði Olatoundji Tessilimi sigursmálið hjá SJK fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Samuel var ikki við frá dystarbyrjan, men hann spældi allan seinna hálvleik.
SJK er triðaftast í deildini við níggju stigum. Teir hava fimm stig upp til Gnistan, ið er á sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Komandi mikukvøld klokkan 19 hevur SJK dyst á heimavølli móti VPS.











