Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen, ið spælir við ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hevur uttanfyri við skaða síðani 1. mai.
Í dag var Fridrikka aftur at síggja á vøllinum, tá lið hennara spældi dyst á útivølli í Reykjavík móti Þrótti. Fridrikka spældi allan seinna hálvleik.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0.
Fridrikka var við í tveimum teimum fyrstu dystunum hjá ÍBV, og er hetta hennara triði dystur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
ÍBV er fjórðfremst í deildini við 14 stigum. FH er fremst í deildini við 19 stigum.
Mikudagin klokkan 17 spælir ÍBV fjórðingsfinalu í steypakappingini. Dysturin verður á heimavølli móti FH.











