Í minsta lagi 41 mótmælisfólk lógu eftirá, tá sýriskir trygdarhermenn skutu eftir mótmælisfólki í høvuðsstaðnum Damaskus og í býnum Homs í gjár.
Talsfólk hjá teimum mótmælandi siga, at trygdarhermenninir skutu 18 fólk í Damaskus, 12 í Homs, og ein 14 ára gamal drongur bleiv skotin í bygdini Aqrab.
ST sigur, at nú hava meiri enn 4.000 fólk latið lív í Sýrialandi, síðani mótmælini byrjaðu har.