Eingin ivi kann vera um, at skalluti dómarin í X-Factor hevur høgar tankar um seg sjálvan, og neyvan líður av sjálvsálitstrupulleikum. Nú staðfestir Blachman, at hann er tann besti í X-Factor.
Ekstra Blaðið hevur spurt Thomas Blachman um hann líður av stórheitsvanvid, men tað heldur Blachman ikki, at hann ger.
- Eg líði einans av Public Service. Men tá ið tú gert eina slíka sending, so kemur tú í eina støðu, har tú ert noyddur at fáa rósandi orð hvønn minutt. Tað eru helst nógv, sum halda, at eg eri tann besti í X-Factor, men hvussu feitt er tað, at vera tann besti í einari lorta sending, spyr Blachman.
Hann sigur eisini við eb.dk, at um hann var Helle Thorning, so hevði hann sett seg sjálvan í starv.
- Eg síggi inn í framtíðina, og kann til dømis siga, at vit skulu niður á einans fýra arbeiðsdagar um vikuna. So høvdu øll arbeitt. Og so áttu vit at fingið hasa eftirlønina alt lívið.
Blachman hevur boðað frá, at hann ikki verður dómari í X-Factor aftur, og sostatt er tað bert eitt fríggjakvøld eftir, har vit fáa møguleikan at síggja undirhaldandi, og til tíðir smá svaka dómaran í X-Factor.
- Eg fari at finna útav hvat eg skal gera nú. Um eg yvirhøvur kann virka uttan DR. DR hevur havt stóran ágóða av mær, og tí vóni eg at sleppa at gera eina sending við mínum egnu hugskotum. Men ring líka til Helle, og sig við hana, at hon skal hava fatur á mær, sigur Blachman at enda við eb.dk.