Blachman var bangin fyri at Kjell doyði

Thomas Blachman vildi fegin hava Kjell við til Bootcamp í X-Factor, men var bangin fyri, at 63 ára gamla hjarta ikki fór at halda til tað. -Tað var ikki vantandi tónlistarlig evni ella ?X-Factor?, sum gjørdu enda á karrieruni hjá 63 ára gamla Kjell í X-Factor, men óttin fyri, at maðurin fór at leggja árarnar inn, um trýstið gjørdist ov stórt, sigur Blachman.

 

Hann helt, at Kjell var framúrskarandi sangari, men ringa hjarta og aldurin gjørdu, at Blachman ikki hevði mót uppá at senda hann víðari til Bootcamp.