Gunnar Nielsen hevur seinastu fýra dagarnar verið til royndarvenjing í enska Blackburn. Hetta er aðru ferð hann er til royndarvenjing í Onglandi, og hesuferð sær út til at eydnast betur, enn tað gjørdi undir seinastu royndarvenjing í Reading. Blackburn vil nevniliga hava sáttmála við unga føroyska málverjan, sum í løtuni leikar við danska Frem.
- Eg havi júst tosað við umboðsmannin hjá Gunnar, og hann sigur felagið vera stórliga bergtikið av honum. Teir eru sinnaðir at bjóða honum sáttmála, eins og vit eru tað. Tíverri hevur Blackburn allarhelst betri sáttmála at bjóða honum, men vit forða honum ikki at fara uttanlands at leika, sigur formaðurin í Frem, Hans Hermansen, við Bold.dk.
20 ára gamli Gunnar Nielsen hevur leikt við Frem síðan hann fór á eftirskúla í Danmark sum 16 ára gamal.