Blair í almenna kanning

Tony Blair sigur seg vera fúsan at svara øllum spurningum í sambandi við, at David Kelly tók lívið av sær.

Hutton lordur, sum skal kanna umstøðurnar í sambandi við, at vápnaserfrøðingurin og stjórnarráðgevin David Kelly beindi fyri sær, hevur gjørt av, at kanningin verður almenn, og at øll, sum verða hildin at vita nakað um málið, verða avhoyrd. Lordurin hevur eisini gjørt greitt, at tað er hann og hann eina, sum ger av, hvat skal kannast, og hvør skal avhoyrast.

Tað kann bera í sær, at Tony Blair, forsætisráðharri, eisini verður avhoyrdur, og hann hevur longu gjørt greitt, at hann ætlar sær av svara øllum spurningum frá Hutton lordi.

Teir konservativu halda, at Hutton lordur eigur eisini at kanna, hvussu stjórnin hjá Blair handfór upplýsingarnar um hópoyðingarvápn í Irak. Andstøðuflokkurin heldur, at nú David Kelly valdi at taka lívið av sær, ber als ikki til at skilja viðurskiftini sundur. Tí má Hutton eisini kanna, hvat stjórnin gjørdi.

Sjálvur hevur Blair verið á rundferð í Asia, síðani David Kelly doyði, og tað er heldur ikki serliga hugaligt hjá honum at koma heimaftur. Tann seinasta meiningakanningin vísir, at 47 prosent av veljarunum geva stjórnini skyldina av, at Kelly beindi fyri sær. 39 prosent halda, at stjórnin eigur at fara frá, og heili 68 prosent siga, at trúvirðið hjá stjórnini er fokið.