Blair kanska ES-forseti

Bretska stjórnin vil fegin hava ES at velja Tony Blair til tann fyrsta forsetan í samveldinum Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur í hyggju at royna at fáa starvið sum forseti í Evropasamveldinum, og bretska stjórnin hevur longu boðað frá, at hon styðjar hann.

Sambært Lissabonsáttmálanum skal ES hava ein forseta, men sáttmálin kann ikki koma í gildi, fyrr enn írar væntandi fara at góðkenna hann á fólkaatkvøðu í heyst.

Ein talskvinna hjá bretsku stjórnini segði í Strasbourg í gjár, at Tony Blair hevur allar neyðugar førleikar til at røkja embætið sum tann fyrsti ES-forsetin.

Talskvinnan legði afturat, at allir evropear kenna Tony Blair, og hon ivaðist ikki í, at fólk fara at taka væl ímóti einari avgerð um at seta hann í tað nýggja embætið.