Bleiv myrd í sjalusi

Heidi Eleina Thomsen er navnið á 37 ára gomlu kvinnuni, sum í gjárkvøldið bleiv skotin í Fraklandi. Talan var um sjalusi dráp. Fransku miðlarnir skriva, at kvinnan bleiv skotin fleiri ferðir av fyrrverandi maka sínum, í einum sjalusi drápi.

Fronsku miðlarnir skriva, at fyrrverandi makin hjá Heidi kom heim til heimið hjá henni og nýggja makanum, og kravdi at síggja sín rival.

Heidi noktaði, og maðurin tók eina byrsu fram og skeyt hana fleiri ferðir.

Heidi doyði av løstunum.

Maðurin hevur váttað fyri fronsku løgregluni, at hann skeyt kvinnuna.

Nógv bendir á, at maðurin í longri tíð hevur havt ætlanir um at drepa føroysku Heidi, tí hann keypt byrsuna fyri fleiri mánaðum síðani.

Maðurin situr nú í varðhaldi, og skal fyri rættin í morgin.