Blikur vann í harðari kapping

5-mannafør gentur: Tríggir bátar úr høvuðsstaðnum vóru í sera tættari kapping

Á norðoyastevnu var tað Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum vann genturóðurin, og Blikur hjá Argja Róðrarfelag var næstfremstur.

Á sundalagsstevnu í Kollafirði í dag var Blikur fremstur, og Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri var næstfremstur.

Í Klaksvík var Tambar hálvtannað sekund frammanfyri Blik. Í dag var Blikur eitt stórt hálvt sekund undan Tambar.

 

Kappingin var alla tíðina sera hørð og tøtt, og tað vóru tríggir bátar úr høvuðsstaðnum, sum kappaðust um sigurin.

Drekin hjá Havnar Róðrarfelag, sum endaði á fjórða plássi í Klaksvík, var nummar trý, og Beinta, sum var nummar trý í Klaksvík, endaði á fjórða plássi ídag.

 

1 Blikur 05.35.25

2 Tambar 05.36.02

3 Drekin 05.36.44

4 Beinta 05.40.03

5 Báran 05.44.06

6 Frúgvin 05.44.42

7 Falkur 05.47.14

8 Sílið 05.53.07

9 Kollur 05.56.39

10 Knúkur 06.05.21

11 Fenja 06.06.02

12 Royndin Fríða 06.07.39

13 Stubbin 06.24.35