Bloggari: Rúsevni gera av við stjørnurnar

2016 hevur kostað nógvum poppstjørnum og filmsstjørnum í góðum aldri lívið. Prince, George Michael, Rick Parfitt og Carrie Fisher eru nøkur teirra.

Á sosialu miðlunum hava nógv fólk tosað um lagnuárið 2016, sum drepur stjørnurnar, og at nú skal 2016 gevast við at drepa fólk.

Bloggarin Judy Anne heldur lítið, um at fólk geva einum árstali skyldina fyri, at stjørnurnar doyggja og púra gloyma tað, sum helst er høvuðsorsøkin.

- 2016 skal ikki hava skyldina fyri, at stjørnurnar doyggja ov ungar. Tað er rúsevnis- og rúsdrekkamisnýstla, sum er orsøkin, skrivar Judy Anne.

- Tak bara tvey tey seinastu fólkini, sum doyðu. George Michael doyði av hjartatilburði 53 ára gamal, og Carrie Fisher doyði av somu orsøk 60 ára gomul. Bæði eru kend fyri misnýtslu av rúsevnum, og rúsevni skaða hjartað og føra til hjartatilburðir, skrivar Judy Anne.

- Tað er nakað tvætl, at eitt kalendaraár kann gera av við fólk. Alkohol og rúsevni drepa fólk, og næsta ár fara onnur at doyggja av somu orsøk, skrivar Judy Anne.