Magni Laksáfoss hevði orðið á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, og hann heldur fast við, at av øllum skuldum í bygnaðarliga hallinum, hevur blokkniðurskurðurin størst skuld. - Blokkurin hevur í dag eitt virði av 2,5 til 3 milliardir krónur. Blokkniðurskurðurin hevur eitt mist virði á næstan 1,5 milliardir krónur. Tí blokkurin eru pengar, sum koma beinleiðis inn í samfelagið.
Soleiðis sigur Magni Laksáfoss, fíggjarnevndarlimur hjá Sambandsflokkinum.
Hann vísir á, at tað eisini eru onnur ting sum hava skuldina. Oyðsl hjá tí almenna er ein stórur trupulleiki, og skattalættarnir hava eisini sína ávirkan.
- Skattalættarnir, sum eru gjørdir, kosta eina 400 milliónir í reiðum peningi, men samlað geva skattalættarnir eisini eitt sindur, og tí er ávirkanin av skattalættunum nógv minni enn mann heldur, sigur Magni Laksáfoss.
Hann sigur somuleiðis, at hóast niðurskurðurin í blokkinum, hevur eina beinleiðis minni inntøku á umleið 500 milliónir krónur, tilsvarandi 6 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, so hevði samlaði virknaðurin av blokkniðurskurðinum í samfelagnum verið verdur 1,5 til 2 milliardir krónur og tað svarar til 20 prosent av bruttotjóðarúrtøkuna.
Og hóast hinir luttakararnir á landsfundinum ikki kundu finna økonomi útbúgvingina fram, so vístu tey eisini, á blokkniðurskurðurin er ein stórur trupulleiki.