Blue Bird manglar flog

Danskir ummælarar geva føroyska filminum Bye Bye Blue Bird miðalgóð ummæli, men teir eru á einum máli um, at filmurin manglar tað síðsta, sum skal til, fyri at gera ein veruliga góðan film

Fyrsta royndin at gera ein føroyskan film er lutvís eydnast, men Bye Bye Blue Bird hevur ikki alt, sum skal til, fyri at gera ein veruliga góðan film.

Tað halda fleiri filmsummælarar á stóru donsku dagbløðunum nú fyrsti veruligi føroyski spælifilmurin er frumsýndur í Danmark.

Fríggjadagin var Bye Bye Blue Bird hjá Katrin Ottarsdóttir frumsýndur í donskum kykmyndahøllum, og í Scala í Keypmannahavn og í Palads í Århus hava danir í hesum døgum møguleika at fara til filmin.

Fríggjamorgunin høvdu donsku dagbløðini ummæli av filminum, og í fleiri av teimum var talan um miðalgóð ummæli.

Filmsummælararnir tykjast vera á einum máli um, at talan er um ein góðan film, men at Bye Bye Blue Bird ikki er nakað meistaraverk.

Í Aktuelt fekk filmurin til dømis tríggjar av fimm stjørnum, og í BT fekk hann tríggjar av seks stjørnum.


Fer ikki at lokka

danir í biograf

Niels Frid-Nielsen, ummælari á Aktuelt, og sum eisini ummælir filmar fyri morgunsendingarnar á sjónvarpsrásini TV2, heldur, at Bye Bye Blue Bird er ein sympatiskur filmur, men okkurt kundi verið gjørt betri.

? Filmurin klárar ikki at lýsa tað føroyska samfelagið nóg væl. Tað er líkasum, at tað manglar eitt hvørt, fyri at gera samfelagið meira nærverandi, heldur Niels Frid-Nielsen.

? Tað hevur næstan eydnast Katrin Ottarsdóttir at gera ein veruliga góðan film, men eg vænti ikki, at Bye Bye Blue Bird fer at klára at lokka eitt stórt tal av dønum í biograf.

Í ummælinum skrivar Niels Frid-Nielsen millum annað, at »Bye Bye Blue Bird indskriver sig i traditionen af etnisk selvbevidste undergrundsfilm... men som film betragtet ånder den ikke for alvor de nævnte forbilleder i nakken. Den er sympatisk, velkomponeret, vedkommende og relevant, men mangler det, der for alvor får en film til at rykke.«


Stilli føroyingurin sum rúmar meira

Niels-Frid Nielsen dámar væl, at Katrin Ottarsdóttir roynir at siga ein søgu um føroyska samfelagið, sum tað sær út í dag.

? Søgan er góð og trupulleikarnir, sum uppstanda í filminum, eru áhugaverdir, men tíverri hava vit sæð nógv av tí fyrr. Eg haldi, at Katrin Ottarsdóttir skuldi havt gjørt ein enn meira sermerktan film, heldur hann.

? Tað er eitt gott hugskot at lata tvær ungar kvinnur, sum lata seg í heilt serlig klæði og síggja øðrvísi út, koma aftur til Føroya. Tær órógva vøkru føroysku náttúruna, og tað riggar avbera væl.

? Mær dámar eisini væl lýsingina av tí stilla føroyska manninum, sum rúmar nógv meira, enn tú fyrst heldur. Eg kenni tað aftur frá mínum ferðum í Føroyum, sigur Niels Frid-Nielsen og sipar til leiklutin, sum Jóhan í Kollafirði spælir.

Sum heild heldur ummælarin á Aktuelt, at talan er um eina góða føroyska byrjan, men at filmurin kundi verið enn betri.


Kappast við Star Wars

Katrin Ottarsdóttir er fyrsti føroysk leikstjórin, sum veruliga bjóðar av uttan fyri landoddarnar, og tað hevur Niels Frid-Nielsen stóra virðing fyri.

? Katrin Ottarsdóttir kann gerast ein rættiliga góður leikstjóri, men hon hevur eina sera stóra ábyrgd á sær, nú hon skal ganga undan í royndini at skapa film í Føroyum. Tað er ein nýggj filmstjóð, sum skal føðast, og tað er eitt stórt tak at taka.

Og Bye Bye Blue Bird fer at fáa tað sera trupult í hørðu kappingini á danska filmsmarknaðinum.

Næstu tvær vikurnar verða tveir stórir filmar frumsýndir í Danmark, og vónirnar eru ikki stórar til, at Bye Bye Bluebird kann standa seg í kappingini móti danska filminum Bleeder og amerikanska stórfilminum Star Wars.

? Men Bye Bye Blue Bird er forvitnisligur filmur, og hann gevur mær hug at síggja fleiri filmar úr Føroyum, sigur Niels Frid-Nielsen.