BMW tryggur móti bumbum og granatum

Í sínum embæti sum norskur forsætisráðharri hevur Kjell Magne Bondevig fingið ein nýggjan bumbutryggan BMW 760. Bilurin hevur staðið uttan nummarplátur í meira enn ein mánað, orsøkin er, at hann vigar ov nógv til kunna skrásetast

Norski forsætisráðharrin Kjell Magne Bondevig hevur enn ikki koyrt í sínum nýggja BMW 760, sum bleiv latin umleið hálvan oktober. Orsøkin er, at bilurin sum vigar um 4 tons er 40 kilo ov tungur til at skráseta til fýra persónar. Bilurin vigaði líka yvir 2 tons, áðrenn hann bleiv umbygdur. Hann hevur 445 hk og koyrir frá 0-100 km/t uppá 5,5 sek.

Hesin BMW 760 er spekkaður við trygdarútgerð og armeraðum pansarastáli, hann skal eisini eitast at vera bumbutryggur og kann standa ímóti minum og granatálopum og skotum frá øllum kendum vápnum. Rútarnir eru 7 cm tjúkkir og framrúturin kann í eini neyðstøðu brúkast sum neyútgongd.

Kunningarstjórin hjá norska Statsministeriinum, Øivind Østang, sigur at bilurin er bílagdur hjá BMW eftir ávísum spesificatiónum, so tað má verða teir, sum koma at loysa trupulleikan. Hann roknar við at bilurin fær nummarplátur um einar tvær vikur.