Boas skoraði 11 mál móti GOG sum vann greitt á H71

H71 hevur spælt sín fyrsta dyst í Wenzel Nordic Cup

Savnsmynd

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG hava nú vunnið tveir greiðar sigrar í Wenzel Nordic Cup.

 

Í kvøld vunnu Óli og liðfelagarnir 35-26 á H71, ið slapp at spæla sín fyrsta dyst í Wenzel Nordic Cup. 

 

Í steðginum var GOG á odda 19-14. Í seinna hálvleiki megnaði H71 eitt skiftið at minka munin niður til 21-23 áðrenn GOG aftur dróg frá hoyvíkingum.

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu vísti seg væl fram í kvøld, og var við 11 málum toppskjútti hjá H71.

 

Óli Mittún skoraði fimm mál fyri GOG. Toppskjútti hjá GOG var Manuel Zehnder við átta málum. 

 

Hóskvøldið vann GOG 40-28 á Vali. 

 

Klokkan 20 spæla THW Kiel og Valur dyst í høllini við Tjarnir. Portalurin stroymir dystin. 

 

 

 

 

 

Savnsmynd