Boðaðu frá ávirkaðum bilførara

Í gjár fekk løgreglan tvær ferðir fráboðanir um bilførara, sum var hildin at vera drukkin

Tað hendir javnan, at løgreglan fær fráboðanir frá fólki, sum óttast um bilførarar, sum tey halda vera ávirkaðar av rúsdrekka ella av rúsevnum.

Tvær slíkar fráboðanir, fekk løgreglan í gjár. Men í báðum førunum vísti tað seg, at bilførararnir vóru blanka edrúir. Í øðrum førum var talan um ein eldri mann.

Løgreglan fekk so eitt prát við bilførararnar og segði teimum, at koyring teirra fekk onnur í ferðsluni at stúra fyri, at teir vóru ávirkaðir.