Hesa vikuna verður hol sett á søguløturnar á Bókasavninum við Løkin við átakinum Bókabyrjan. Lesiátakið er eitt átak fyri dagstovnar í Runavíkar kommunu og partur av norðurlendskum samstarvi, har vit samstarva við Fredrikstad kommunu í Noregi og Åmål kommunu í Svøríki.
Føroyar Lesa skrivar, at endamálið við Bókabyrjan er at arbeiða fyri, at øll børn fáa eina góða bókabyrjan, sum byggir á okkara góða norðurlendska barnabókasið við søgum um Pippi, Emil í Lønnibergi, Karius og Baktus, Álv Ákason, ævintýrini hjá H.C. Andersen og søgur úr okkara egnu sagnum og kvæðum.
Í eini tíð, har so nógv barnatilfar kemur frá stroymingartænastum og skjótum miðlum á enskum máli, er skjótt at gloyma okkara egnu dýrgripir, og ikki minst málið og nærveruna, sum gagnar barninum við søguløtuni. Í Bókabyrjan trúgva vit uppá góðskuna í okkara felags mentanararvi og fyrimyndirnar, sum eru at finna í barnabókunum í Norðurlondum.
Á søguløtunum fara børnini at hoyra tríggjar søgur, sum hava sín uppruna í luttakandi londunum:
- Úr Noregi: Øll telja við eftir Kristin Roskifte
- Úr Svøríki: Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal (FO), Kalle Güettler (SE) og Áslaug Jónsdóttir (IS)
- Úr Føroyum: Træið eftir Bárð Oskarsson.
Bøkurnar eru valdar út frá bókunum, sum eru at finna í úrvalinum hjá Norðurlendska bókaslúkinum.
Við í samstarvinum eru dagstovnar í Runavíkar kommunu, Gigni, Bókasavnið við Løkin og Føroyar Lesa.











